Allir átrúnaðir hava sínar høgtíðardagar og
minnisdagar.
Størsta kristna høgtíðin eru páskirnar, tá vit
minnast Jesu deyða og uppreisn. Hetta er ein
gleðiligur boðskapur um, at deyðin ikki er hitt
seinasta, men at lívið vann á deyðanum. Aðrar
kristnar høgtíðir eru jólini og hvítusunnan.
Nógvir aðrir átrúnaðir og trúarbólkar eru kring
heimin. Eftir kristindómin eru størstu átrúnaðir
í heiminum islam, hinduisma og buddisma.
Av teimum er islam tann kendasti um okkara
leiðir. Í Danmark eru umleið 180.000 muslimar.
Islam
Størsta høgtíðin í islam er Ramadan, sum varir
ein mánað eftir islamska álmanakkanum.
Ramadan er í juli og august mánaði. Islamski
álmanakkin er 11-12 dagar styttri enn okkara
álmanakki.
Muslimar fasta hvønn dag í Ramadan. Hetta
merkir, at tey hvørki eta ella drekka, frá tí sólin
rísur, og til hon setur. Meðan tey fasta, fara tey
ofta í moskuna at biðja og hugsa um Gud og
hansara týdning fyri menniskju. Í summum
londum hava tey Ramadankalendara, eins og
vit hava jólakalendara. Við 30 lúkum verður
hvør dagur hátíðarhildin. Í lúkunum kunnu
vera sjokuláta ella leikur. Tá føstan er av, verður
veitsla hildin.
Muhammed profetur stovnaði islam í 7. øld
e.Kr. Átrúnaðurin eitur islam, og tey, ið hava
henda átrúnað, eru muslimar. Muslimar trúgva,
at Gud sendi menniskjum nógvar profetar og
lærarar, eisini Móses og Jesus, men Muhammed
er hin størsti. Eins og jødar og kristin trúgva
muslimar á ein gud, Allah.
Ramadankalendari
Ramadan í Mekka
140
00 Kristni 5.indb 140
02-07-2012