Page 48 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Hinduisma
Fleiri hátíðardagar eri í hinduismu. Millum teir
týdn­ingarmestu er Divali, sum er til heiðurs fyri
eydnu­gudinnuna Lakshmi. Í felag halda næstra­fólk
Divali heima í fmm dagar í tíðarskeiðnum frá mið­
skeiðis í oktober til mið­skeiðis í november. Meðan
Divali er, verða ljós tendrað, fýrverk verður brent, og
matur og peningur verður ofraður. Tá hava skúlarnir
frí. Divali merkir ein røð av lýs­andi lampum.
Hinduisma er ein tann elsti átrúnaður í heim­inum
og varð til í India fyri feiri enn 5000 árum síðani.
Einki ávíst fólk fekk trúnna í lag, men hon er kykn­
að úr tí, sum fólk frá fyrndar­tíð hava trúð. Flestu
hinduistar trúgva, at menn­iskj­an hevur sál, sum
ikki doyr, men fer úr einum kroppi í annan. Eru fólk
góð, verða tey endur­fødd til eitt betri lív.
Ein og hvør hinduistur er føddur í ávísa kastu ella
ávísan bólk, og hetta ger av, hvar ein hoyrir til, ovar­
laga ella niðar­laga, í samfelagnum. Høvuðsgudar eru
Brahma, Vishnu og Shiva.
Divali-hald
00 Kristni 5.indb 141
02-07-2012