Buddisma
Fremsta høgtíð í buddismu er Vesak, sum er í
apríl ella mai mánaði. Vesak er veitsla fyri lívi
num hjá Budda og allari vitan um Budda. Vesak
er eisini ein gleðishøgtíð. Hendan dagin minn
ast buddistar tey gomlu og sjúku við gávum og
pengum. Tey kynda ljós og lampur, sum hanga
inni og úti, eisini í templinum. Tá Vesak er, fara
buddistar í templið og leggja sær eina við at
halda puja saman við øðrum.
Puja er, tá ið ein ella feiri buddistar savnast í
navni Budda, ella biðja ein bodhisattva, sum
hevur halgað lív sítt til buddismuna, um hjálp
at ganga rætta vegin, sum er í átta stigum: Røtt
vitan, ætlan, tala og atferð, rætt arbeiði, røtt
stremban, hugsan og djúphugsan.
Buddisma kom fram í India fyri umleið 2500
árum síðani. Læran breiddi seg skjótt, og nú eru
feiri enn 300 milliónir buddistar, festu í Ásia.
Læran er av teim størstu í heiminum. Buddistar
liva eftir læru Budda, sum er navn, ið merkir
hin
vælvitandi
.
Budda varð føddur í 563 f. Kr. sum ríkur
kongssonur. Men tá hann sá neyðina á jørðini,
fór hann heimanífrá og fór at hugsa djúpt,
meditera. Eftir trý ár var hann vælvitandi,
gjørdist munkur og fór at siga øðrum frá um
hugsanir sínar.
Fullkomni friðurin er at fnna í nirvana, sum er
fullkomin hvíld, tá persónleikin er burtur, og
sálin gevst at ferðast. Eydnast tað ikki, verður
buddisturin endurføddur við góðari ella ringari
karma, sum er allar góðar og ringar gerðir í
lívinum til samans. Úrslitið ger av, hvørja lagnu
buddisturin fær í næsta lívinum, tí sálin ferðast.
Buddistur heldur Vesak
142
00 Kristni 5.indb 142
02-07-2012