Trúarfrælsi
Vit hava trúarfrælsi í Føroyum. Hetta merkir, at fólk
hava rætt at trúgva tað teimum lystir. Øllum er eis
ini frítt at skifta átrúnað ella sannføring.
Lógin tilskilar øllum í Føroyum rætt til at inna trúgv
sína í tilbiðing, gudstænastu, halgisiðum ella frá
læru.
Vit hava eisini talufrælsi í Føroyum. Hetta merkir, at
øll hava rætt at siga ella skriva tað, teimum lystir –
eisini at almennakunngera atfnningar um átrúnað
ella lívsáskoðanir hjá øðrum. Hetta elvir av og á til
tvídrátt millum fólk, tí tað er hóast alt ikki loyvt at
spotta ella niðra onnur menniskju fyri teirra trúgv
ella lívsáskoðan.
Eitt dømi um tvídrátt millum trúarfrælsi og talu
frælsi var sonevnda Muhammedgølan, har muslimar
gjørdust frtnir, tí nakrir karikaturteknarar høvdu
avmyndað Muhammed vanvirðisliga.
Í Hyde Park í London er Speaker’s
Corner, har orðið er frítt
00 Kristni 5.indb 143
02-07-2012