Visti tú?
• Í ymsum londum minnast fólk
hendan dag við at prýða kirkjur
við pálmagreinum og at fara út
á gøturnar við líknandi grein-
um í hondini.
• Í Jerúsalem hava fólk í feiri
hundrað ár gingið frá Olju-
fjallinum til eina kirkju mitt í
býnum hendan dag.
• Við onkrar gudstænastur ganga
fólk skrúðgongu runt um
kirkjuna.
Onkuntíð gongur ein asni
fremst hendan dag.
Pálmasunnudagur
Pálmasunnudagur hevur navn eftir teimum
pálmagreinum, ið fólk breiddu á vegin, tá Jesus
reið inn í Jerúsalem á einum asna. Hetta er byrj
anin til páskavikuna, sum eisini verður nevnd
dymbildagavika ella stillavika.
Jesus ríður inn í Jerúsalem
Jesus visti, at tíðin nærkaðist, at hann skuldi
doyggja.
Hann bað lærusveinar sínar fara eftir einum
asna og fylinum hjá tí. So reið Jesus inn í Jerúsa
lem. Hetta var tekin um, at hann kom við friði.
Ein fjøld av fólki stóð fram við vegnum í Jerúsalem
og heiðraði hann sum kong. Í virðing fyri Jesusi,
tóku tey pálmagreinar av trøunum og løgdu á vegin.
Somuleiðis yvirklæði teirra.
Tey róptu:
– Hosianna, Dávids sonur! Vælsignaður veri
tann, ið kemur í Harrans navni! Hosianna í hægsta
himli!
Úr Matt 21,1-12
Pálmasunnudagur hevur navn eftir, at
fólkið nýtti greinar at fagna Jesusi við,
tá ið hann reið inn í Jerúsalem
Asni:
Í krígstíð reið kongur á hesti, men í friðartíð var
asnin vanliga nýttur. Jesus reið á einum asna. Hetta
merkti, at hann kom við friði.
Hosianna:
Upprunaliga merkir orðið “gev tó frelsu” ella
“hjálp tó”. Men hetta broyttist við tíðini frá at vera eitt
róp um hjálp (Sálm 118,25) til at vera eitt fagnaðarróp.
Í Nýggja testamenti merkir tað “frelsa” ella “frelsa er
komin.”
00 Kristni 5.indb 169
02-07-2012