Jesus í Getsemane urtagarði
Aftan á kvøldmáltíðina fór Jesus út í ein urta
garð, ið nevndist Getsemane. Lærusveinarnir
Pætur, Jákup og Jóhannes vóru saman við
honum.
Hann bað teir sita uppi við sær, men teir orkaðu
ikki og sovnaðu. Tríggjar ferðir vakti hann teir
og bað teir halda seg vaknar, men hvørja ferð
sovnaðu teir aftur.
Jesus stríddist í bøn til Gud. Sveitti hansara
var sum blóðsdropar. Hann bað um at sleppa
undan tí, ið skuldi henda seg. Men hann bað
eisini, at Guds vilji mátti henda.
Ein eingil kom og styrkti hann.
Eftir hetta kom Judas við høvuðsprestunum og
hermonnum hagar. Judas kom til Jesus og kysti
hann. Hetta var eitt avrátt tekin um, hvønn
hermenninir skuldu taka.
Ein av lærusveinunum vildi verja Jesus og høgdi
oyrað av tænaranum hjá høvuðsprestunum.
Men Jesus hevði at honum og bað hann stinga
svørð sítt aftur í slíðran og setti oyrað aftur á
tænaran.
Teir fóru síðan avstað við Jesusi, meðan læru
sveinarnir rýmdu óttafullir í allar ættir.
Sama kvøld fór Judas og hongdi seg.
Jesus avhoyrdur
Jesus varð somu nátt førdur fram fyri hægsta
ráð jødanna. Kaifas, ið var høvuðsprestur,
royndi at fnna okkurt at ákæra hann fyri, so
teir kundu fáa hann dømdan. Hann setti Jesusi
ymsar spurningar.
Hann spurdi hann, um hann var Kristus, sonur
Guds. Tá Jesus játtaði hesum, vísti høvuðsprest
urin sína andstygd við at skræða klæði síni.
Ráðið feldi dóm yvir Jesus. Teir søgdu, at hann
var sekur í gudsspottan og spýttu á hann og
slóu hann.
Teir vildu hava Jesus tiknan av døgum, men
hetta loyvdi lógin í landinum teimum ikki. Teir
máttu fyrst fáa rómverska landshøvdingan,
Pilatus, at døma hann.
Stríddist í bøn:
Eins og menniskju kendi Jesus til ótta
og stúran. Hann visti, hvat bíðaði sær.
Judas Iskariot:
Iskariot merkir “maðurin frá Kariot”.
Hann var óivað nevndur soleiðis, tí ein annar læru
sveinur æt eisini Judas. Hann fekk 30 silvurpengar fyri
at svíkja Jesus við at siga teimum, hvar teir kundu fnna
hann. Hesar blakaði hann teimum aftur í sálarkvøl síni
eftir at hava svikið Jesus og fór og hongdi seg.
00 Kristni 5.indb 171
02-07-2012