Kingosangur
Góð hundrað ár eftir trúarskiftið í 1536 livdi ein
prestur í Danmark, ið æt Thomas Kingo. Fólk
kallaðu hann bara Kingo. Hann skrivaði bæði
sálmar og prædikur.
Hann gav út eina sálmabók, ið varð kallað
Kingobókin (1699).
Føroyingar tóku væl móti hansara sálmum.
Ávís løg vóru til hesar sálmar, men løgini
broyttust skjótt. Hetta hendi, tí einki ljóðføri
var í kirkjunum, og tí vóru nótar ikki brúktir.
Í Danmark er kingosangurin langt síðan deyður.
Men enn verður kingo sungið av kóri í
Tjørnuvík umframt, at einstaklingar í Føroyum
duga eitt sindur av honum. Men sum sálma
sangur verður hann ikki nýttur í Føroyum long
ur uttan til okkurt serligt høvi.
At hesin sangur enn fnst her, er tí, at hesin arv
ur er givin víðari frá ættarliði til ættarlið, og at
tað í hvørjum ættarliði hava verið fólk, ið hava
kunna tikið við honum.
Kingosangur er torførur at syngja, tí hann
verður framborin á ein serligan hátt. Tað er ikki
lætt at koma á sjálvt lagið.
Kingosangur verður enn
sungin í t.d. Tjørnuvík
00 Kristni 5.indb 189
02-07-2012