Page 57 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Ljóðføri og sálmasangur
Vanligt hevði verið, at ein forsangari byrjaði
sálmasangin, men seinast í 19. øld kom urgan
inn í kirkjurnar. Í fyrstuni var mótstøða móti
hesum skifti. Men í dag er sjáldsamt at hoyra
sálmasong uttan urgu.
Stórar kirkjuurgur eru í teimum stóru kirkju­
num.
Onkuntíð kunnu vit hoyra trompet og onnur
messingljóðføri verða nýtt saman við urguni.
Til onnur høvi verða t.d. klaver, trummur og
guitari nýtt til felagssangin.
Í dag hoyra vit sálmar útgivnar á føgu saman
við feiri nútímans ljóðførum. Ein, ið serliga
hevur gjørt seg galdandi við hesum, er Heini
Lützen.
Sálmabókin
Í kirkjuni verður sungið úr Sálmabók Føroya
kirkju, sum í nýggjastu útgávu (2005) telur 592
sálmar. Umleið helvtin av sálmunum í sálma­
bókini eru týddir úr øðrum málum, mest donsk­
um. Fyrsta føroyska sálmabókin kom í 1961.
Tann føroyingur, ið hevur yrkt festar upp­
runa­ligar sálmar, er Mikkjal D. á Ryggi. Hann
hevur skrivað umleið ein fmting av sálmunum
í sálma­bókini og Jacob Dahl ein sætting. Hin
fyrri hevur gjørt feiri upprunasálmar, meðan
hin seinni hevur týtt meira.
Aðrir, ið hava gjørt upprunasálmar og týtt, eru
m.a. Gudmund Bruun, Símun av Skarði, Hans
A. Djurhuus og Edmund í Garði.
Í 1978 varð standmynd reist av Jacob Dahl
í Vági, og í 2011 varð standmynd reist av
Mikkjal­i D. á Ryggi í Miðvági.
Í Miðvági er standmynd av
Mikkjali Dánjalsson á Ryggi
(1879-1956), sum Hans Pauli
Olsen (f.1957) gjørdi í 2011
190
00 Kristni 5.indb 190
02-07-2012