Songbók Guds Fólks
Í Brøðrasamkomuni verður sungið úr Songbók
Guds Fólks, sum í nýggjastu útgávu (1976)
telur 1192 sangir. Fyrsta føroyska sangbókin
hjá Brøðrasamkomuni kom í 1920 og taldi 85
andligar sangir.
Tann føroyingur, ið hevur yrkt og týtt festu
sangir í Songbók Guds Fólks, er Victor Daniel
sen. Umframt at vera trúboðari, týddi hann 870
sangir, yrkti 27 sangir, týddi Nýggja testamenti,
sum kom út í 1937, og alla Bíbliuna, sum kom
út í 1949.
Í 2008 varð standmynd reist av Victori Daniel
sen í Fuglafrði.
Í Fuglafrði er standmynd av Victori Danielsen (1894-
1961), sum Hans Pauli Olsen (f.1957) gjørdi í 2008
Danski Johannes Johansen yrkti í 1985 ein
sálm til eina skótalegu í Danmark. Sálmurin
er síðani vorðin fólkaogn í Danmark og er
týddur til føroyskt.
O, tú sum kveikti
O, tú sum kveikti milliónir av stjørnum,
kveik tú í myrkrinum ljómandi trúgv.
Ljós vár ert tú og vernd várum børnum,
vit leggjast trygg, tí tú verjir várt búgv.
Takk fyri stundir, tá hjartað á tremur
fyltist við fragd sum á hátíðarferð.
Hjálp, tá ið tyngsul og trongd fyri kemur.
Tú eina veitst, hvat ið best okkum er.
Takk fyri dagin, hin bjarta, hin farna,
gáva hann var, sum tín hond okkum bar.
Fyrigev ógjørt, tí vit gjørdu gjarna,
og tað, ógjørt og ósagt betur var.
Takk fyri fólk, sum var stuðul á ferðum,
tá ið mangt torført á leiðini lá.
Gev, at vit ráðleysum veita í gerðum
hjálp, tí vit sjálv eru máttleys og smá.
O, tú, sum kveikti milliónir av stjørnum,
alt heimsins myrkur
burt kveistra tú skalt.
Faðir vár ert tú, og vernd tínum børnum.
Ljósið, sum myrkur várt rekur burt alt.
Johs. Johansen, 1981-1982
Ismar Joensen týddi 1985
00 Kristni 5.indb 191
02-07-2012