Page 7 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Tá ið tú vart lítil, so helt tú, at verðin rakk til
granna­húsini. Tú kendi børnini beint rundan­
um, men ikki tey, ið búðu longri burtur.
So við og við kendi tú allan heimstaðin, granna­
bygd­irnar og oyggjarnar. Heimurin vaks í tínum
huga. Tú fekst teg næstan ikki at trúgva, at alt
hetta var til.
Tú gjørdist partur av øllum. Áin var tín, sand­
urin, fjøllini. Tú kendi teg ríkan.
Kanska heldur tú í dag, at ongastaðni er betri,
enn har tú býrt. Tað er ein góð kensla.
Tá ið tú ferðast, so er altíð gott at koma heim
aftur. Heima er best, verður ofta sagt.
Heimbygdin
10
00 Kristni 5.indb 10
02-07-2012