Page 8 - Kristni 5 - Brellbiti

This is a SEO version of Kristni 5 - Brellbiti. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
Føroyar
Føroyar eru fjallaland. Náttúran er fjølbroytt:
tindar, bjørg, dalar, bøur, strendur og sund.
Firðir og vágir síggjast ymsastaðni.
Nógvir sangir og sálmar eru yrktir um land
okk­ara, og nógv listafólk hava fngið íblástur til
málningar og onnur listaverk bara við at eyg­
leiða okkara vøkru náttúru.
Næstan allastaðni síggja vit út á sjógv.
Ymsastaðni eru stór vøtn. Her kanst tú síggja
síl kasta sær. Fólk standa við tráðu. Seyður sæst
ovarlaga og niðarlaga. Allastaðni hoyrist fugla­
songur.
Um várið kemur fytifuglurin til Føroya, smá­
lombini spæla, og blómurnar spretta. Summ­arið
hevur allar teir grønu og ymsu blómulitirnar.
Ymsastaðni kennir tú angan av nýslignum
gras­i. Um heystið rýmir fytifugl­ur­in, blómur­
nar følna, og um veturin standa oyggj­arnar
hvítar.
Árstíðirnar hava allar hvør sín vakurleika, ser­
ligu litir og veðurlag.
00 Kristni 5.indb 11
02-07-2012