Page 110 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
110
á veg út úr Ásgarði. Nú var Loki trýstur og mátti lova at fáa Iðunn heim aftur
úr Jøtunheimi.
Loki lænti falkahamin hjá Froyu og feyg síðani í Jøtunheim, har hann fann
Iðunn einsamalla á garðinum hjá Tjassa. Iðunn varð umskapað til eina nøt, og
falkurin feyg síðani avstað við henni í klónum.
Tjassi var á útróðri, og tá ið hann kom heim og sá, at Iðunn var burtur, læt
hann seg í arnarham og fór skundisliga aftan á teim fýggjandi.
Falkurin slapp við neyð og deyð inn um garðin, men hevði so nógva ferð, at
hann fekk ikki steðgað, men fór í bálið, ið gudarnir høvdu kynt innan fyri
garðin. Hamurin brendist og Tjassi doyði.
Dóttir Tjassa, Skaði, fór tá herklødd í Ásgarð at hevna deyða faðir síns. Æsirnar
bjóðaðu henni í staðin, at hon kundi velja sær mann teirra millum. Valið var
frítt, men hon skuldi bara síggja beinini á gudunum. Menninir stóðu í eini
røð, andlit og kroppur vóru fjald niður á lørini. Skaði steðgaði framman fyri
teim vakrastu beinunum og helt fyri:
Henda velji eg. Fátt má vera ljótt á Balduri.
Men tað var hin mishátti Njørður, ið stóð framman fyri henni. Lítil eydna varð
í hjúnalagi teirra.