109
Hann sendi so svein sín, Skírnir, avstað at biðja um Gerð. So altráður var
hann eftir henni, at hann læt Skírnir fáa góða svørð sítt við, umframt nøkur
gullsúrepli.
Pápi Gerð krevur svørðið afturfyri at geva dóttrina burtur, og avgjørt verður,
at parið skal hittast níggju dagar seinni. Síðani ríður Skírnir heim aftur, har
Froyur ótolin bíðar eftir svari.
Tá Froyur hoyrdi, at hann mátti bíða í níggju dagar, helt hann fyri, at ein nátt
var longri enn ein mánaður hjá langtandi manni, tríggjar nætur vóru upp aftur
longri, og níggju fngu ikki enda.
Froyur fekk konuna, hann elskaði, men góða svørð sítt misti hann.
Tjassi fýgur í arnarhami við Loka
Einaferð vóru Óðin, Loki og Hønir í felag á ferð. Ongan mat høvdu teir, og
svongd kom á teir. Teir fngu fatur á einum oksa, sum teir drupu og settu at
kóka, men illa gekst.
Við eitt hoyrdu teir eina rødd úr erva.
Ikki skal oksin kókast móti vilja mínum.
Teir sóu tá eina ørn sita í einum træi. Ørnin helt fram, at fekk hon so mikið,
sum hon orkaði at eta av oksanum, so skuldi kjøtið brátt vera kókað.
Teir tríggir vildu fegnir býta matin við ørnina heldur enn at ganga svangir, og
nú gekk skjótt at kóka kjøtið.
Ørnin kom so at kjøtinum og setti kløurnar bæði í bøgir og tjógv.
Loki, ið var gorhungraður, tók í øði eina stong og sló ørnina. Men stongin var
føst í ørnini, ið fór á fog við Loka, ið ikki fekk slept.
Ørnin feyg fram eftir jørðini við Loka, ið dró føturnar eftir grótinum og
meislaði teir illa. Hann bønaði ørnina um grið, men ikki fyrr enn hann svór
tann eið, at hann skuldi lokka Iðunn út um Ásgarð við súreplinum, slapp
hann leysur.
Haltandi kom hann aftur til teir báðar vinmenn sínar, men ikki fortaldi
hann teimum um eiðin, hann hevði svorið. Í veruleikanum var ørnin ein av
jøtnunum, ið nevndist Tjassi.
Loki lokkaði síðani Iðunn út um Ásgarð, har Tjassi í arnarlíki tók hana og
førdi hana heim í garð sín.
Eingin av ásunum visti, hvat vorðið var av Iðunn, og tá ið teir ikki longur
sluppu at bíta í yngjandi súrepli hennara, fóru teir at grána og gerast gamlir.
Og nú var standurin ringur í Ásgarði.
Tað kom tó fram, at seinast Iðunn var sædd, hevði hon verið í fylgi við Loka
Kap. 16 - Norrøn gudalæra