Page 108 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
108
Salur Froyu, Sessrúmir, er mikil og fagur. Tá hon ferðast, ekur hon í einum
vogni, ið verður drigin av tveimum køttum.
Av hennara navni er sprotti orðið frúur. Henni líkar væl ástarsong, og er góð
at heita á í ástarmálum.
Hamarin Mjølnir
Í norðurlendskari gudalæru var fremsta vápnið hjá gudinum Tóri hamarin
Mjølnir, sum tveir dvørgar, brøðurnir Brokkur og Sindri, høvdu smíðað
honum.
Í feiri víkingagrøvum hava fornfrøðingar funnið smúkkur, ið eru evnaðar sum
Tórshamarin, Mjølnir.
Froya hjá dvørgunum
Í djúpum holum niðri í jørðini búðu dvørgar, hvørs arbeiði var at savna gull,
silvur og gimsteinar. Teir eru klókir og uppfnningarsamir og óførir at smíða
vápn og amboð, ið eru út um tað vanliga. Tað vóru eisini dvørgar, ið smíðaðu
gullringin og spjótið hjá Óðini, Tórshamaran v.m.
Froya, ið var nakað hástór, fekk fýra dvørgar at gera sær eina vakra gullsmúkku.
Hon bjóðaði teimum bæði gull og silvur sum løn afturfyri. Men dvørgarnir
vildu ikki geva henni smúkkuna, uttan hon vildi lova at vera eina nátt saman
við hvørjum teirra. Hetta játtaði Froya.
Einaferð stjól Loki hesa somu smúkku, men tað eydnaðist Heimdali við
bardaga at vinna smúkkuna aftur.
Norðri, Eystri, Suðri og Vestri vóru fýra dvørgar, sum umboðaðu hvør sína
høvuðsætt. Tá ið Óðin og brøður hansara skaptu himmalhválvið úr skøltinum
á jøtninum Ými, settu teir hesar fýra dvørgar, ein í hvørja høvuðsætt, at bera
hválvið.
Froyur og Skímir breiða út fruktbæri
Froyur hevði vald á regni, sólskini og grøði, og tað var til hansara, bøndurnir
ofraðu fyri at fáa góðan vøkstur.
Froyur átti eitt gandasvørð, ið kundi reiggja seg uttan hansara hjálp. Eisini
hetta svørð høvdu dvørgarnir evnað til.
Ein dagin, Óðin var burturstaddur, setti Froyur seg í hásæti hansara, Liðskjálv.
Meðan hann har situr og skimast yvir heimin, fær hann í Jøtunheimi eyga á
eina sera vakra kvinnu.
Froyur gjørdist so hugtikin av hesi kvinnu, ið nevndist Gerð, at hann misti
bæði svøvn og matarlyst, og ikki eitt orð kom av munni hansara. Hetta stóð
við í feiri dagar.