107
Njørður, Froyur og Froya
Einaferð var mikil orrusta millum æsir og vanir, ið vóru ein gudaætt, ið búði í
Jøtunheimi. Tað gekst ikki so væl hjá ásunum, og vanir brutu hol á girðingina,
ið var um Ásgarð.
Tað varð tó semja, sáttmálin mikli, gjørd ímillum partarnar, og teir góvu hvør
øðrum gíslar.
Vanir góvu ásum Njørð, og Æsir góvu vanunum Hænir. Hann fekk sátt millum
æsir og vanir.
Njørður búði á tí staðnum, ið nevndist Nóatún. Hann ræður fyri vindi og kann
kyrra bæði sjógv og eld. Hann var sera góður at heita á til sjó- og veiðiferðir.
Kona Njørðs eitur Skaði, og var hon dóttur jatnan Tjassa. Skaði vildi búgva á
nøkrum fjøllum, Trymheimur, ið faðir hennar átti. Men Njørður vildi heldur
búgva við sjógvin. Tey samdust so um at vera níggju nætur í Trymheimi og
níggju aðrar í Nóatúnum. Men tá Njørður kom heim aftur úr fjøllunum, kvað
hann:
Leið eru mær fjøll,
hóast eg ikki dvøldist leingi har,
bara níggju nætur.
Mær tókti lítið
um ýlandi úlvar
afturímóti svanasongi.
Tá kvað Skaði:
Eg fekk ikki sovið
í sævar bóli,
fyri fuglaskríggi.
Másin vekir meg,
tá ið hann kemur
aftur av veiði av sjónum.
So futti Skaði niðan á fjøllini og búsettst í Trymheimi. Hon stendur ofta á
skíðum við boga og skjýtur djór. Hon kallast Ondurgóð ella Ondurdís,
skíðgudinna. Um hana verður sagt
Trymheimur eitur
staðið har Tjassi
búði, hin máttmikli jøtun.
Nú býr Skaði,
skíðbrúður gudanna,
á faðirsins fornu toftum.
Njørður og Skaði áttu tvey børn. Sonurin æt Froyur, og dóttirin Froya. Tey
vóru føgur í útsjónd og máttmikil. Froyur er hin mest virdi av æsum. Hann
ræður fyri regni og sólskini og harvið ávøkstri jarðar. Hann er góður at heita á
um góðan ársvøkstur og frið. Hann ræður eisini fyri vælstandi manna.
Kap. 16 - Norrøn gudalæra