Page 106 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
106
Og tó at tú ikki hevur hoyrt um slíkt fyrr, so kanst tú skjótt fnna verulig prógv fyri,
at tað ikki verður logið fyri tær. Tú mást hava lagt til merkis, at konan ikki hevur
skegg, at einki dun stendst av kattafetum, ella at fjøllini ikki hava røtur. Og tað er
mín trúgv, at alt er satt, ið sagt er frá, hóast tað ikki kann prógvast.
Teir lokkaðu úlvin við sær, vístu honum leinkjuna, ið var átøk silkibandi og
bóðu hann slíta hana. Teir søgdu, at hon helst mundi vera sterkari enn tað sá
út til. Ein fyri og annar eftir royndi teir at slíta leinkjuna við hondunum, men
ongin orkaði at slíta hana. Men, søgdu teir, úlvurin mundi megna at slíta hana.
Tá segði úlvurin:
Tað tykir mær, tá eg síggi hesa leinkjuna, at eg ikki man vinna
nakran heiður av at slíta so tunt eitt band. Men er hon gjørd við list og svikum, so
kemur hon ikki um míni bein, hvussu tunn hon enn tykist vera.
Tá søgdu æsir, at hann skjótt mundi slíta eitt so tunt silkiband, hann ið hevði
slitið tær sterku jarnleinkjurnar:
Og megnar tú ikki at slíta hesa leinkjuna, so
tørvar ikki æsum at ræðast teg, og so skulu vit loysa teg aftur.
Úlvurin segði:
Um tit fáa bundið meg, og eg ikki sleppi leysur av egnum alvi, so
verður tað seinur dagur, fyrr enn eg verði hjálptur av tykkum. Eg havi ongan hug at
fáa hatta bandið lagt á meg. Men fyri at tit ikki skulu halda meg vera ræddan, so
legg ein tykkara hondina í munn mín sum veð.
Sitatini eru úr “Heimskringlu”, Snorri Sturlason.
Tá hugdu æsir hvør upp á annan, og tóktust vera komnir í tvístøðu. Eingin
hevði hug at vága hondina, fyrr enn Týr rætti høgra arm fram og legði í
úlvskjaftin.
Men tá úlvurin setti á, so harðnaði bandið, og tess meira hann breytst, tess
hvassari varð tað. Tá læðu allir uttan Týr, hann misti hond sína.
Tá nú æsirnir sóu, at úlvurin endiliga var bundin, tóku teir festið á leinkjuni,
og drógu tað gjøgnum eina stóra hellu. Síðan festu teir helluna langt niðri í
jørðini, tóku ein stóran klett og gróvu hann enn longur niður og nýttu hann
sum hæl fyri festið.
Valkyrjur
Tær kvinnur, ið tæntu í Ásgarði, vóru nevndar valkyrjur. Tær høvdu til arbeiðis
at ganga til handa við borðini í Valhøll. Óðin hevði eisini til vana at senda tær
út, tá ið orrustir vóru. Har kundu tær so taka dagar ímillum, hvør stóð seg
væl og ikki.
Virðiligasti deyði, ið menn kundu fáa, var at doyggja á vali. Teir, ið soleiðis
doyðu, vórðu av valkyrjunum førdir í Valhøll, har teir sluppu at halda veitslu
og stríðast hvønn dag til Ragnarøk.