Page 105 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
105
Kona Loka var Sigyn. Sonur teirra æt Nari ella Narvi. Men Loki átti eisini
onnur børn. Í Jøtunheimið búði ein gívur, ið róptist Angurboða, og við henni
átti Loki trý børn, Fenrisúlvin, Miðgarðsormin og Hel.
Loki voldi deyða Baldurs, og eftir tað bundu æsirnir hann.
Víkingar hava ikki dyrkað Loka. Heldur hevur hann verið ímyndin av
menniskjasligum eginleikum, sum víkingarnir hava kent aftur.
Miðgarðsormur
Æsir fngu frænir av, at tey trý børnini hjá Loka, ið hann átti við gívrini, vuksu
upp í Jøtunheimi, og øllum tókti, at har var ilt í væntu. Tí beyð Óðin gudunum
at taka børnini og føra tey til sín.
Tá tey komu til hansara, kastaði hann ormin í tað djúpa havið, ið er um
heimin. Har vaks ormurin so mikið, at hann nú liggur í miðjum havið, har
hann røkkur um allan heim og bítur seg sjálvan í sporlið.
Hel
Hel kastaði hann í Nivlheim og gav henni vald yvir níggju heimum, so at hon
kundi hýsa teimum, ið doyðu á sóttarsong ella av elli.
Har hevur hon ein stóran bústað, og gyrðingarnar eru óvanliga høgar og
portrini mikil. Eljúðnir eitur salur hennara, diskurin Hungur, knívurin
Svøltur, trælurin Ganglætur, trælkvinnan Ganglata, gáttin Fallandi fótur,
songin Sjúkralega og rekkjuváðin Bleiktrandi vanlukka.
Onnur liðin er blá, hin er húðlitt, tí er hon eyðkend og heldur syndarlig og
ræðandi á at líta.
Fenrisúlvurin
Úlvin høvdu æsir heima í Ásgarði, men Týr var tann einasti, ið tordi at geva
honum mat. Men tá gudarnir sóu, hvussu nógv hann vaks hvønn dag, og allir
spádómar søgdu, at hann ein dag skuldi volda teimum skaða, funnu teir upp
á at gera eina sterka leinkju at binda hann við.
Teir bóru leinkjuna til úlvin og bóðu hann royna sína megi. Men longu fyrstu
ferð, ið hann spenti á, slitnaði leinkjan.
So gjørdu teir eina nýggja leinkju, men eisini hana sleit úlvurin.
Eftir hetta óttaðust æsir fyri, at teir ikki mundu fáa bundið úlvin.
Tá sendi Óðin Skírnir, sendimann Froyar, oman í Svartálvaheim til nakrar
dvørgar og læt gera eina leinkju. Hon var gjørd av seks lutum: duninum av
kattafetum, kvinnuskeggi, fjallarótum, bjarnasinum, fskaanda og fuglaspýtti.
Kap. 16 - Norrøn gudalæra