Page 104 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
104
Systirin grunaði tá, hvussu vorðið var, og bað mann sín taka øksina og fara
eftir Eiriki og hevna deyða Jóhannesar. Tá Eirikur sá svágin koma við øks eftir
sær, skundaði hann sær, tað besta hann dugdi. Tá ið hann kom eftir sandinum
í Sandavági, sá hann ein bát standa har tætt niðri við sjógvin. Hann tók í hann
og rendi hann á sjógvin, leyp inní, og í tí hann skuldi venda bátinum, var
svágurin har og ripaði øksina eftir Eiriki. Hon fór sveiggjandi fram við honum
og stóð føst í bekkinum.
Eirikur fór til Kirkjubøar, har hann fekk sínar syndir fyrigivnar av biskupinum
og eitt rúnarkelvi, sum skuldi vísa, at hann nú var ein fríur maður. Hann
fór so aftur í Vágar. Dugur var í honum. Við báti sínum stevndi hann fyri
Sørvágsbjørg. Tá hann var komin inn um Dragasund, sá hann alla sína ogn
líka frá fjalli til fjøru. Hann fall so í døpurhuga yvir gerðir sínar, og læt bátin
dríva fyri vág og vind móti einum boða, sum er á endanum á skergarðinum,
sum dánar Grindavíkina við Tindhólm. Boðin breyt, báturin holvdist, og
Eirikur sjólátst. Eftir hesum tilburði bleiv boðin nevndur Eiriksboði.
Eiriksboði er meinur fyri fremmand sjófør. Ein má ansa eftir at hava
havnarmerkið, sum er á tí sunnara arminum av fjørðinum, væl undan
Múlanum. Múlin er eitt nes við forbergi nakað væl inn av Tindhólmi.
Tórur
Tórur var tann sterkasti av øllum gudum og monnum. Hann varð eisini
nevndur Ásatórur ella Økutórur. Hann var sonur Óðins og Jørð. Kona Tór æt
Siv. Børnini hjá honum vóru Magni, Móði og Trúður. Hann var tann kendasti
gudurin á okkara leiðum. Hann ráddi í ríkinum Trúðvangi. Høll hansara var
nevnd Blikskírnir. Hetta skuldi vera størsta hús í heiminum við 640 stovum.
Javnan var stríð ímillum Tór og jatnirnar, men tað var altíð Tórur, ið var
sigurharri.
Tórur eigur tríggjar dýrgripir. Ein teirra er hamarin Mjølnir, og við honum
berjist hann móti tussum og risum. Við hamaranum hevur hann sorlað
mangan heys á fedrum og frændum, tussa og risa. Annar gripurin er beltið,
Meginjørðin. Tá hann spennir tað um seg, fær hann tvífalda megi.
Triði dýrgripur hansara eru Jarnhandskarnir. Teir má hann hava, tá hann trívur
um hamarskaftið.
Vognurin, ið Tórur koyrir í, verður drigin av tveimum geitarbukkum, ið rópast
Tannagnýstur og Tannagrísl. Tí verður hann eisini róptur Øku-Tórur.
Við ragnarøk berjist Tórur við Miðgarðsormin, og teir gera av við hvønn annan.
Loki
Loki er av jatnaætt, men sum vinur Óðins búsettur í Ásgarði. Loki var vakur
í útsjónd, men illur av lyndi og skiftandi í atferð. Hann var snildari enn fólk
fest og svikaligur í øllum lutum.