103
Kap. 16 - Norrøn gudalæra
Kona Óðin eitur Frigg, men hann eigur eisini børn við Jørðini og nøkrum
jatnadøtrum. Tann mætasti av synum hansara er Tórur, sum vinnur á øllum
livandi. Aðrir synir Óðins eru Baldur, Høður, Váli, Viðar og kanska Heimdalur,
Týr og Bragi.
Tá ið ragnarøk kom, skuldi Óðin falla, men megi hansara skuldi tá koma aftur
í syni hansara, Balduri. Hann var á sinni skotin við pílinum av mistilteini, ið
hin óndi Loki hjálpti hinum blinda Hørði at skjóta, tá ið teir stuttleikaðu sær
at skjóta til máls eftir Balduri. Alt livandi á fold hevði lovað at eira Balduri,
uttan hesin lítli mistilteinur. Megi Óðins skuldi altso endurføðast í Balduri, ið
tá skuldi koma aftur úr Helheimi.
Óðin eigur hestin Sleipnir, sum hevur átta bein. Harafturat hevur hann
ravnarnar, Hugin og Munin, ið fúgva um allan heimin og boða Óðini frá
øllum tí, ið fyriferst.
Um rúnir
Óðin hevði ræði á rúnum og gandi. Hesa gávu hevði hann ikki havt einki stríð
við at fáa.
Hann fór til askitræið, Yggdrasil, særdi seg við einum ørvaroddi og hongdi seg
síðani í træið. Har hekk hann so í níggju nætur uttan mat og drekka. Á henda
hátt vígdi hann seg til sín sjálvs.
Rúnirnar tók hann upp úr dýpinum, og tá ið hann reiv seg leysan, rungaðu
róp hansara um heimin. Tey sterku orðini skar hann í træstavir, ið hann litaði,
og tey høvdu gandamegi.
Tann maður, ið kundi rista rúnir ella týða tær, varð hildin at vera sera máttmikil.
Rúnasteinar eru eisini funnir í Føroyum, eins og vit hava søgur og kvæði, har
víst verður á megina í m.a. rúnakelvi. Ein av hesum søgum er um teir báðar
brøðurnar í Niðristovu í Bø.
Brøðurnir í Bø
Brøðurnir Jóhannes og Eirikur í Bø á Niðristovugarðinum eintust um at býta
festið í helvt. Men tá ið býtið var farið fram, helt Eirikur, ið var hin yngri, at
hann ikki hevði fngið tað, hann átti. Sum standurin var hesin, legði Jóhannes
seg niður í eitt gil við Skalagjógv (Skaðagjógv) at drekka vatn. Hann vardi ikki
óráð, men bróðirin leyp tá til hansara og drap hann.
Fyri at bjarga lívinum aftan á eina slíka brotsgerð, mátti ein sleppa sær fram við
trimum kirkjum innan stutta tíð. Eirikur tók alt fyri eitt at renna til Sørvágs,
Miðvágs og Sandavágs. Tá ið hann kom fram við býlinginum í húsi í Miðvági,
har systir hansara var gift, stóð hon uttanfyri. Hon ógvaðist yvir, at hann kom
tuskandi soleiðis og rópti til hansara, hvønn partin ið Jóhannes fekk. Eirikur
steðgaði ikki á, meðan hann svaraði: “Tann, ið næstur er við kirkjuna!”