102
Norrøn gudalæra
Ásatrúgvandi, ella blótarar ella heidningar, trúgva upp á gudar nevndir æsir;
eintal ásur. Av hesum er orðið ásatrúgv avleitt. Hesir æsir liva í Ásgarði, meðan
menniskju liva í Miðgarði. Í Útgarði liva jatnir, sum vilja æsum til lívs. Tey
deyðu komu í deyðsríki, Hel, men teir, ið doyðu í bardaga, sluppu í Valhøll,
gudaborgina.
Næstan øll vitan um ásatrúnna er skrivað av fólki, sum ikki sjálv vóru
ásatrúgvandi. Eddukvæðið eldra, Sæmundar edda, og Eddukvæðið yngra,
Snorra edda, eru týdningarmestu keldurnar, og eru skrivaðar í Íslandi í kristnari
tíð. Ein onnur áhugaverd kelda er frásøgan frá tí muslimska sendimanninum,
Achmad Ibn Fadlan, ið var á ferð í Norðurlondum í 922.
Ibn Fadlan hevur feiri frágreiðingar um gudsdyrkan og siðir hjá fólkaslagnum,
víkingunum, ið hann hittir við ánna Volga, og ikki allar eru so tespiligar
heldur. Ein stutt frásøgn er her um, hvussu teir bera seg at, tá ið onkur teirra
gerst sjúkur
Tá ið onkur teirra gerst sjúkur, reisa teir honum tjald nakað burturfrá og lata hann
liggja har við vatni og breyði. Teir koma ikki aftur hagar í nánd, tala ikki við hann,
ja, røkta hann ikki alla tíðina, meðan hann er sjúkur, helst ikki, er hann maður lágt
í metum ella trælur. Kemur hann fyri seg aftur, fer hann á føtur og er aftur saman
við teimum. Doyr hann, brenna teir líkið. Er hann trælur, lata teir líkið liggja, og
hundarnir og rovfuglarnir eta tað.
Ásatrúgvin doyði út, tá kristindómurin kom. Sagnir eru tó um, at ávísar bygdir
hava verið verandi heidnar, t.e. ásatrúgvandi, langt upp í miðøld. Fólk eru
síðani farin til hesa trúnna aftur. Nakrir hundrað skrásettir ásatrúgvandi eru í
Norðurlondum í dag.
Tað er av týdningi, at vit kenna nakað til gomlu trúgv norðbúgva, hetta fyri
betur at skilja fyribrigdi og orð, ið vit javnan hoyra ella síggja, og fyri at fáa
eina fatan, hvørja ávirkan teir gomlu gudarnir høvdu á gerandisdagin hjá
forfedrum okkara. Tað eru eisini mong staðanøvn, ið enn bera heiti, ið vísa til
gomlu gudatrúnna.
Náttúran hevði eina dragandi megi á menniskjuni í Norðurlondum í forntíðini.
Lív gudanna líktist á mangan hátt lívi menniskjans. Dýrini, ið vóru at fnna í
verð menniskjans, vóru eisini at fnna í gudaverðini, tó vóru tey nakað øðrvísi
og nakað meira gátufør. Sjálvt vápn gudanna høvdu gandakenda megi.
Óðin
Óðin var hægstur av øllum gudunum og var skapari himins og jarðar. Av tí at
hann eisini var faðir at bæði gudum og monnum, varð hann nevndur Alfaðir.
Hann vardi menniskju ímóti jøtnunum.Tað vóru annars um 200 nøvn, ið nýtt
vóru um Óðin, og skaldini høvdu fragd í at nýta hesi nøvn, m.o. Valfaðir og
Háur.