101
Samandráttur
• Í Eddunum báðum lesa vit um norrønu
gudalæruna
• Menniskju vórðu skapað av Óðini og brøðrum
hansara Vilja og Ve
• Lagna menniskjans var í hondum nornanna
• Teir, ið doyðu í bardaga, komu í Valhøll
• Tey, ið doyðu av sjúku ella av elli, komu í
Helheim
• Heimurin skuldi ganga undir í einum Ragnarøki
Uppgávur
• Kannið eftir í Leivskvæði á snar.fo/kristni8,
hvønn leiklut rúnakelvið hevði.
• Veljið tykkum ein av fornu gudunum og greiðið
frá honum, tilfar er m.a. á snar.fo
• Hví hildu norðbúgvar Óðin hava so stórt vald?
• Hvørja ávirkan kann norrøna gudatrúgvin hava
havt á lív og virki hjá fólki?
Hvussu arbeiðast kann við 16. kapitli:
• Lesa í “Norrøn gudalæra”, eftir Ólav Michelsen.
Er eisini at fnna á snar.fo.
Greiða hvørjum øðrum frá um frásagnirnar um
gudarnar, umstøður teirra, amboð, hendingar
o.a. og skifta orð um hesi viðurskifti.
• Ásatrúgvandi nú á døgum hava heimasíður, har
til ber at kanna nærri, hvussu tey skipa sítt
trúarlív, og hvat endamál teirra er við hesum
forna trúarsiði.