100
Vit kunnu møta menniskjum, sum eru eydnurík við tað sindrið, tey hava.
Onnur, ið materielt hava alt tað, tú kanst ynskja tær, men eru tó eydnuleys.
Hetta kann hava samband við, hvat vit eru von við í uppvøkstrinum. Men vit
hava sjálv møguleika fyri at broyta okkara hugburð til tað, ið hevur týdning
her í lívinum, og læra okkum at gerast eydnurík við tað, vit hava.
Gull
Søgan “Gull” eftir Sverra Patursson leiðir okkum til eina lítla bygd, har
frásøgumaðurin kemur á vitjan.
Hann hittir konu, ið hóast tunga lagnu, tó frøist um lívið og alt, ið veksur og
grør. Hon grevur ikki sínar talentir niður, men spjaðir gleði og lærdóm til øll
tey, hon kemur í samband við, ikki minst børnini, ið njóta gott av kærleika
hennara.