99
Í 1847 gavst hann á universitetinum, har hann hevði lisið asiatisk mál og
løgfrøði. Hann fór í herin, har hann m.a. í 1854 luttók í Krim-krígnum. Árið
eftir fór hann úr herinum og til Sankta Pætursborg.
Hann fekk viðurkenning fyri verkini “Barndómurin”, 1852, “Dreingjaárini”,
1854 og “Ungdómur”, 1857.
Í 1857 fór Tolstoj úr Russlandi og ferðaðist eina tíð í Vesturevropa. Í 1862
giftist hann við tí 16 ára yngri Sofju Andrejevna Bers (1844-1919). Tey
búsettust við ánna Volga, har hann hevði arvað eina ogn. Her var tað, hann
skrivaði meistaraverk síni “Kríggj og friður”, 1869, og “Anna Karenina”, 1877.
Tann fyrra fylgir fmm húskjum um ta tíðina, tá ið Napoleon gjørdi innrás í
Russland. Tann seinna er ein av heimsins vakrastu kærleikskaldsøgum. Leo
Tolstoj gjørdist heimskendur fyri hesar báðar skaldsøgur sínar .
Tolstoj kom í andaliga kreppu, ið gjørdi, at hann serliga fór at viðgera trúar-
og siðalagsligar spurningar. Alla ogn sína gav hann konuni og fór at liva sum
fátækur bóndi. Hann og konan áttu 13 børn.
Ein onnur kend skaldsøga hjá Leo Tolstoj frá 1890 er “Kreutzer-sonatan”, sum
Finnbogi Ísakson týddi til føroyskt í 2000.
Í 1991 gav KFUM út savnið “Útlegdin langa” við hugvekjandi stuttsøgum, ið
siga, hvussu lívið eigur at verða livað, hóast trupulleikar kunnu verða.
Í 1901 var Tolstoj vístur burtur úr ortodoksu kirkjuni, av tí at hann í eini
skaldsøgu hevði sett spurnartekin við ritualini í ortodoksu kirkjuni.
Tvær ferðir, í 1901 og í 1902, var Leo Tolstoj í uppskoti til nobelheiðurslønina
í bókmentum, men fekk tó ongantíð hesa heiðursløn. Sjálvur hevði hann eisini
latið koma til sjóndar, at hann ikki vildi taka ímóti heiðurslønini. Hetta fekk
feiri rithøvundar at skriva undir eitt bræv, har ið teir rósa honum fyri ritverk
hansara. Millum hesar rithøvundar vóru Selma Lagerlöf og August Strindberg.
Leo Tolstoj doyði 20. november 1910, 82 ára gamal.
Gleði og lívsvirði
Sagt verður, at sjálvt um fólk eru væl fyri fíggjarliga, so veksur lívsvirðið og
lívsgóðskan ikki í sama mun, hóast tey gerast enn meira vælhavandi.
Gleði og lívsvirðið hevur einki við ríkidømi at gera, men við hvørja áskoðan
vit hava á lívið.
Gleðin er knýtt at, um vit
• Gera tað, vit fegin vilja
• Kenna okkum sjálv
• Eru trúgv ímóti tí, ið er rætt og gott og kennist innihaldsríkt
Kap. 15 - Um tú vilt gleði vinna