Page 98 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
98
Gleði
Tað er ikki so lætt stutt at staðfesta júst, hvat gleði er, tí gleði kann vera so nógv
og er eisini treytað av, hvussu vit í sinn og skinn eru.
Tað er ikki altíð bert tær stóru løturnar í lívinum, ið ala fram gleðina í okkum.
Tað kunnu vera løtur í gerandisdegnum, tá kenslur birtast í okkum og geva
okkum kensluna av, at lívið er gott, og at saman við hesum persóni ella hesum
persónum er gott at vera.
Tað er av týdningi, at vit duga at síggja og virðismeta tað, ið ger okkum glað,
heldur enn at hugsavna okkum um tað, ið ikki er so gott.
Nógv er, ið kann taka mótið frá okkum: sjúka, deyði, kríggj, svongd, órættvísi
og óndskapur.
Gleði smittar
Sagt verður, at gleðin kann smitta skjótari enn krím. Hon kemur ikki bara sum
ein farsótt ávísa tíð av árinum, men alt árið og kann vera ring at sleppa av aftur
við. Heldur eingin heilivágur er ímóti henni, so umráðandi er at vera varin!
Fyri ikki at fáa smittuna, skulu vit halda okkum frá øðrum menniskjum, og
lata vera við at ferðast úti í náttúruni, har djór, plantur, veður og náttúran øll
kann vekja gleðina í okkum.
Í einrúmi kunnu vit eisini gjøgnum bøkur, bløð, tónleik og annað knappliga
kenna gleðikensluna streyma ígjøgnum okkum.
Men tað er hóast alt mest í samskiftinum menniskju millum, at gleðin sprettur.
Hugsa hvat gleði eitt lítið barn kann skapa? Kanska júst smílið frá einum av
teimum smáu fær kærleikssmílið fram. Nakað vit ikki kunnu verja okkum
fyri.
Lívsgleði
At vísa ella at kenna lívsgleði, er at kunna gleðast um lívið við tess góðu og
ringu síðum. Sagt verður, at Gud hevur skapt menniskja av gleði og til gleði.
Helen Keller
Í 1999 varð ein kanning gjørd í USA, har amerikumenn vórðu spurdir, hvørjar
persónar tey hávirdu mest frá øldini, ið var farin at halla. Úrslitið varð, at á
fmta plássi lá Helen Keller eftir so kendar persónar sum Móðir Teresa, Martin
Luther King, John F. Kennedy og Albert Einstein.
Vegurin til eydnu
Leo Tolstoj (1828-1910) var russiskur rithøvundur og heimspekingur. Hann
varð av aðalsætt, føddur á einum góðsi sunnan fyri Moskva. Í Tolstoj ættini
vóru eisini tveir aðrir kendir rithøvundar, Aleksei Konstantiovitj Tolstoj og
Aleksei Nikolajevitj Tolstoj.