97
8. Sálmur
Dávid kongur, sum var skald, sangari og tónleikari, verður hildin at hava yrkt
nógvar sálmar, t.d. 8. sálm, ið prísar Gudi sum skapara
Harri, vár drottin, hvør vegligt er navn títt um allan heimin,
tú, hvørs dýrd røkkur til himna!
Av smábarna og bróstabarn munni
tú verju hevur tær gjørt, fyri tína fígginda skuld,
fyri øvundarmonnum og hevndsjúkum at steðga.
Líti eg at tínum himni,
fngraverki tínum,
mána og stjørnum, sum tú hevur fest –
hvat er tá maður, at tú minnist á hann,
og mannabarn, at tær kemur tað í hug!
Tú gjørdi hann nærum til Guð,
hevur krýnt hann við dýrd og við æru,
hevur sett hann at ráða yvir handaverki tínum
og alt undir føtur hans lagt,
seyð og oksar, alt tilsaman, markarinnar villdjór tílíka, himmalsins
fuglar og havsins fskar, alt, ið á sævargøtum ferðast.
Harri, vár drottin, hvør vegligt er navn títt
um allan heimin!
Um virðið í einum smíli
• Tað kostar onki, men avrikar nógv.
• Tað ríkar tey, sum fáa tað, uttan tó at taka nakað frá teimum, sum geva tað.
• Tað hendir í einum eygnabragdi, men føvar mangan alt lívið.
• Eingin er so ríkur, at honum ikki tørvar tað, og eingin er so fátækur, at hann
ikki fær givið burtur av tí.
• Tað skapar gleði í heiminum, vælvild í arbeiði og er tekin um vinarlag.
• Teim troyttu er tað hvíld, dagslýsi teirra, sum hørm eru, teirra sorgarbundnu
er tað sólskin og verjir í allari neyð.
• Eingin kann keypa tað ella bidda tað ella stjala tað, tí tað ger ongum nakað
verðsins gagn, fyrr enn tú hevur givið einum øðrum tað.
• Um onkur skuldi verið ov upptikin og ov troyttur at smílast til tín, ger tá so
væl at smílast til hansara.
• Ongum tørvar so mikið eitt smíl, sum honum, sum einki smíl eigur eftir at
lata frá sær.
• Um tú vilt vinna tær vinarlag, er reglan henda
Smíl
Kap. 15 - Um tú vilt gleði vinna