96
Takk
1. Góði Guð, eg takki tær,
tú so nógv mær givið hevur:
Armar, hendur, bein og tær,
føgur løg og fagurt veður.
2. Tøkk! Eg hoyri fuglasong
nær og fjar, um allar leiðir.
Og um gøtan fellur long,
takk, at tú mær vegin greiðir.
3. Móðir mína gavst tú mær,
faðir við og systur, bróður.
Góði Guð, eg takki tær,
allarmest tí tú ert góður.
4. Móðurland og móðurmál
eg kann lesa, eg kann skriva,
takka tær av hug og sál,
góði Guð, og eg kann liva.
Alexandur Kristiansen
Nánd
1. So rótleyst er sinni títt, altíð á ferð
tað tykist sum gloymir tú virðini her.
Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond
enn síggja tað vakra, sum er í nánd?
2. Tær tykir at lívið er keðiligt, grátt,
hvønn er tað tú saknar – hví falla í fátt?
Tá aldri tú unnir tær hvíld ella frið,
fæst onki at grógva við tína lið.
3. Far innar í stovuna, um hon er trong
og lurta – hon syngur ein stillan song;
hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í
har vantar bert tað, at tú varnast tí.
4. Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjøll,
hvør sigur hon fnst ei í heimahøll?
Tú átti ei friðleysur leita so fjart,
men lært teg at elska tað, sum tú sært.
Charles Gandrup
Thomas Mikal Smith týddi