Page 95 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
95
Samandráttur
• Gleðin kann koma óvæntað á okkum
• Gleði kemur best til sjóndar í sambandi okkara
hvør við annan
• Gleði kann smitta
• Eitt smíl kann gera undurverk
• Við atburði okkara kunnu vit gleða onnur
Uppgávur
• Tosið um hugtøkini gleði, eydnu og eydnuloysi.
Nær eru vit glað, eydnusom ella eydnuleys?
Hvat gera vit tá?
• Um tú sært onkran, ið ikki er glaður, gert tú tá
nakað at bøta um hetta?
• Tosið um, hvat vit kunnu gera at gleða onnur og
hjálpa teimum, ið eru eydnuleys.
• Gerið eina framsýning við myndum og øðrum, ið
lýsir gleði/eydnu og eydnuloysi.
• Gerið tykkara metingar um, hvat tað var, ið fyrr
gjørdi konuna og mannin eydnuleys í søguni hjá
Leo Tolstoj.
• Tosið um grundina til, at tey nú hava tað so
gott.
• Samanberið sálmar og sangir. Hvat siga teir um
eydnu og óeydnu?
Hvussu arbeiðast kann við 15. kapitli:
• Sangurin “Takk” kann verða nýttur at samanbera,
hvussu ymiskar umstøðurnar kunnu vera, og
hvussu ella um vit duga at virða, tað vit hava.
• Tosa um sangin “Nánd” og hvør høvuðsboð­
skapurin er í hesum sangi.
• Frásøgnin um Helen Keller kann leggja upp til
prát um talentirnar, ið øll, hvør á sín hátt, hava
fngið, og hvussu hesar talentir verða nýttar,
kanska misnýttar ella als ikki nýttar.
• Vís næmingunum myndina “Um virðið í einum
smíli” á snar.fo/kristni8
Lat tey hugleiða um evnið.
• Lat næmingarnar lesa 8. sálm av Dávidi og tosa
um, hvør høvuðsboðskapurin í sálminum er.
• Søgan “Gull” kann hóskandi eisini lesast tvør­
fakligt við føroyskt.
Tilfarið til uppgávurnar er eisini at fnna á
snar.fo/kristni8