Page 18 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
18
Greiningafrymil til flm
Hesin greiningarfrymil er rúgvusmikil. Tað ber til at velja burturúr at viðgera
nærri.
Greina eftir frymlinum:
1. Greið í stuttum frá innihaldinum
2. Hvørji evni viðger flmurin
3. Greið frá persónunum:
• Hvussu og á hvønn hátt verða vit kend við høvuðspersónin/
-persónarnar?
• Hvat fá vit at vita um høvuðspersónin/-persónarnar
1. Í fyrstani
2. So við og við
3. Móti endanum
• Hvat sigur/siga høvuðspersónurin/-persónarnir um seg sjálvan?
• Hvussu sær/síggja viðkomandi út?
• Hvør menning fer fram, sum flmurin líður?
• Virkar høvuðspersónurin/-persónarnir trúligur/trúligir?
4. Tíð og umhvørvið
• Nær er flmurin gjørdur?
• Nær fer hann fram?
• Tykist staðið trúligt í mun til ta tíðina?
• Hvussu langa tíð fevnir flmurin um?
• Hvussu er umhvørvið?
• Hvar fer søgugongdin fram? (land, býur o.s.fr.)
5. Slag av flmi
• Spenningsflmur, skemtiflmur, kærleiksflmur, familjuflmur,
ræðuflmur, drama, dokumentarflmur o.s.fr.
6. Hvat verður nýtt at fáa rætta huglagið fram:
• Kameravinklar
• Sjónarhorn
• Kamerarørslur
• Klipp
• Ljós
• Filtur
• Tónleikur
7. Hvønn boðskap ber flmurin?
8. Hvat heldur tú um flmin?