19
Greiningarfrymil til sálmar
Frymilin er lagaður til “Kristni 8”. Til ber eisini at nýta greiningarfrymil til
sálmar, Olivia W. Hansen: “Sálmar til fólkaskúlan” www.snar.fo
1. Les sálmin væl.
2. Hvør hevur yrkt og/ella týtt?
3. Eru torfør orð, so kanna, hvat tey merkja.
4. Nýtir sálmaskaldið rím?
5. Nýtir sálmaskaldið myndatalu?
6. Er innihaldið úr Bíbliuni, gerandisdegnum, andaliga lívinum e.ø.?
7. Er sálmurin yrktur til serstakt høvi, hátíð, árstíð, morgun, kvøld e.a.?
8. Kann sálmurin býtast í partar?
9. Greið í stuttum frá innihaldinum.
10. Hvat ørindi dámar tær best og hví?
11. Hevur sálmurin ávísan boðskap?
12. Kennir tú annan sálm við sama innihaldi?
Á bls.112 eru uppskot til sálmar til ymisk høvi.
Hugskot til arbeiðshættir