Page 21 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
21
Samandráttur
• Skapanarsøgur eru í so at siga øllum átrúnaðum
• Skapanarsøgur siga okkurt um, hvussu fólk fata
alheimin
• Til eru ymisk sløg av skapanarsøgum
• Skapanarsøgur hava livað á mannamunni
• Skapanarsøgur eru oftast myndatala
Spurningar
1. Hvat hava skapanarsøgurnar í felag?
2. Hvat brýtur frá?
3. Hvør skapar, og í hvørji raðfylgju verður alt skapt?
4. Nær verður menniskjað skapt, og hvønn leiklut
fær tað?
5. Nær verður vatnið skapt, og hvønn leiklut fær tað?
6. Hvat verður sagt um luft, eld og jørð?
Uppgávur
• Samanber skapanarsøgurnar og greið frá.
Hvussu fólk hava fatað sambandið millum
menniskju og náttúru.
Hví vit eiga at ansa eftir skapanarverkinum.
Hvat vit gera rætt nú á døgum, og hvat vit
kunnu gera betur.
• Lesið sálmin og kannið eftir, hvat tey orð merkja,
sum tit ikki kenna.
• Hvørji sjónarmið koma fram í sálminum?
• Hvat merkir tað at ansa eftir og ráða yvir
náttúruni?
• Hvar gongur markið millum at ráða yvir og at
ansa eftir?
• Hvat merkir livilig kor fyri teg og hví?
Hvussu arbeiðast kann við 1. kapitli:
• Skriva orðið ”skapa”. Hvat rennur tær í hug?
Nevn so nógv tú kanst.
• Hvat er øvuti týdningurin av orðinum “skapa”?
• Hvør skapanarsøga hugtók teg mest?
Hví júst hon?
• Lesa søguna ”Havsins móðir” á snar.fo/kristni8.
Á hvønn hátt merkist tað, at Grønland er eitt
strandarland? Er evnið eisini viðkomandi fyri
okkum?
• Er henda søga viðkomandi fyri okkum?