22
Skapan í Gamla Testamenti
Skapanin í Gamla Testamenti er ein partur av kristnu trúnni. Tó hevur skap
anin volt kristnum høvuðbrýggj. Tann skapanarsøgan, vit kenna best, er tann
í 1. Mósebók, men skapanin er nevnd aðrastaðni við, og tá er raðfylgjan ikki
altíð tann sama. Tað kann merkja, at teir, sum savnaðu Bíbliuna sum verk,
ikki hava hildið tað havt alstóran týdning við raðfylgjuni. Heldur hevur tað
týdning, at alt tað skapta er Guds verk.
Orðið skapar
Gud skapti alt við sínum orðum. Grundtvig segði í einum av sálmum sínum,
at gátan um alt frítt og fagurt er guddómsorðið, sum skapar tað, tað nevnir.
Tað kann minna okkum á, at orð als ikki eru týdningarleys. Við orðinum
kunnu vit byggja upp, men við orðinum kunnu vit eisini bróta niður.