23
Kap. 1 - Um Bíbliuna
Samandráttur
• Í fyrra parti av Ápostlasøguni er Pætur
høvuðspersónur
• Ápostlasøgan sigur frá arbeiðinum hjá
ápostlunum
• Pætur var
kletturin
, ið Jesus bygdi kirkju sína á
• Pætur hevur skrivað tvey av brøvunum í Nýggja
Testamenti
• Pætur doyði sum pínslarváttur í Róm
Uppgávur
• Lesið Luk 22,54-62 og Jóh 21,15-19.
Hvørjar týdningarmiklar hendingar fara fram í
hesum brotunum?
• Lesið Áp 12,1-17.
Tosið um støðu Pæturs í fangahúsinum, og
hvussu Pætur og samkoman upplivdu bjarging
hansara
• Í Føroyum verða kristin ikki forfylgd, siga vit,
men kann tað verða trupult at vera kristin í
Føroyum? Hví?/Hví ikki?
• Nevnið dømi um, at kristin í øðrum londum hava
tað trupult.
Hvussu arbeiðast kann við 2. kapitli:
• Næmingarnir kunnu viðgera støðuna, tá ið Pætur
velur at fara frá starvinum sum fskimaður og
fylgja Jesusi.
Hvat mundi konan halda um hetta?
Hvat mundu børnini halda um hetta?
Hvussu heldur tú, at konan og børnini lív
bjargaðu sær eftir hetta?
• Næmingarnir kunnu í bólkum viðgera hendingar
frá lívi Pæturs og leggja fram fyri foksfelagar.
Nýtast kunnu ymiskir hættir, t.d. fyrilestur við
power-point, myndir, kort v.m.
Fyri at stuðla undir framløgu ber til at fnna
tilfar á internetinum.
Ávísingarnar til skriftirnar, ið verða nevndar í
brotinum um Pætur, kunnu eisini verða nýttar í
hesum høpi.
• Latið bólkar lýsa Pæturskirkjuna, Vatikanið og
tað virksemi, ið knýtir seg at hesum staði.