Page 24 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
24
Pætur ápostul
Á hebraiskum var Pætur nevndur Símun. Hann varð føddur í Betsajda við
Genesaretvatn. Pápi hansara æt Jóhannes. Navnið Jóhannes var ofta stytt til
Jónas, og tí hoyra vit av og á Pætur nevndan Jónasarson.
Pætur og beiggi hansara, Andrias, futtu til Kapernaum, har teir búðu í sama
húsi. Pætur var giftur maður, og vermóðirin búði eisini hjá teimum. Vit hoyra
eisini í
Mark 1,29-31,
at Jesus grøðir vermóður Pæturs, ið lá sjúk. Hann tók í
hondina á henni og reisti hana upp. Og við tað sama kundi hon borðreiða fyri
teimum.
Fyrstu lærusveinar Jesu
Pætur og bróðir hansara vóru fyrstu lærusveinar Jesu. Jesus hitti teir ein dagin,
hann gekk fram við Genesaretvatni. Teir báðir stóðu og reinsaðu og bøttu
gørnini. Teir høvdu verið úti á vatninum og roynt, men fskiskapurin var vána-
ligur. Jesus steig upp í bát teirra og prædikaði fyri teimum mongu, ið tyrptust
um hann.
Jesus bað síðani brøðurnar leggja út frá landi og seta gørnini. Teir siga sum er,
at teir hava roynt alla náttina, men einki fngið.
Kortini gjørdu teir, sum Jesus bað. Og ógvuliga bilsnir gjørdust teir, tá ið
gørnini fyltust við góðum fski, ja, so nógv fngu teir, at teir máttu biðja ein
annan bát koma teimum til hjálpar. Í hesum báti vóru brøðurnir Jóhannes og
Jákup.
Tá ið hesir fýra sóu tann ótrúliga fongin, fullu teir óttafullir Jesusi til kníggja,
Luk 5,10
Men Jesus bað teir koma og fylgja sær, tí hereftir skuldu teir verða manna­
fsk­arar. Tá ið teir høvdu drigið bátarnar upp á land, fóru teir frá gørnum og
reiðskapi og fylgdu honum.
Fiskimaðurin Pætur
Lívið, sum fskimaður á Genesaretvatni var ofta strævið við longum arbeiðs-
døgum. Vanliga arbeiddu tveir og tveir mans saman á báti, soleiðis sum Pætur
og Andrias gjørdu.
Reiðskapurin var húkur ella gørn, ið vórðu kastað út frá landi, ella ein long
nót, ið tveir bátar drógu ímillum sín.
Tá ið fskurin var kruvdur og skildur eftir stødd, varð hann seldur á staðnum
ella saltaður og førdur til Jerúsalems.
Tað var hetta lívið Jesus bað Pætur leggja aftur um seg. Í staðin skuldi hann
læra, hvussu menniskju “verða fskað”.