Page 25 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
25
Kap. 2 - Pætur ápostul
Lærusveinurin Pætur
Vit fáa nógv at vita um Pætur í Nýggja Testamenti. Veikleikar og styrki verða
væl lýst. Hann er tann lærusveinur Jesu, vit fáa mest at vita um.
Saman við Jákupi og Jóhannesi var hann ein av teimum, ið var tættast knýttur
at Jesusi. Hesir tríggir vóru ofta saman við Jesusi, um hinir ikki vóru tað.
Pætur var ein sera íðin lærusveinur, hann var skjótur at taka avgerðir, men
hann var eisini skjótur at ivast, tá ið á stóð. Viðhvørt trýr hann fult og fast, at
Jesus er tann lovaði Messias. Men so, tá ið Jesus roynir at greiða lærusveinum
sínum frá líðing síni, sigur Pætur í Matt 16,22-23:
Náði teg, Guð, Harri! Aldri
veri tær hetta fyri!
Tá er tað Jesus sigur við hann:
Vík aftur um meg, Sátan! Tú ert mær ein meinbogi;
tí at tú gáar ikki eftir Guðs søkum, men eftir mannasøkum.
Skilir ikki,
Mark 9,5-6
Jesus tók ein dagin Pætur og Jákup og Jóhannes við sær niðan á eitt høgt fjall.
Har umbroyttist hann fyri eygum teirra, og klæði hansara vóru skínandi hvít.
Síðani komu Elia og Móses til sjóndar og tosaðu við Jesus.
Lærusveinarnir ræddust, og Pætur, ið ikki visti, hvat hann skuldi siga, helt
fyri:
Meistari, tað er gott, at vit eru her! Lat okkum gera tríggjar búðir, tær eina,
Mósesi eina og Elia eina
.
Hevur ilt við at fyrigeva,
Matt 18,21
Pætur spurdi Jesus, hvussu ofta hann skuldi fyrigeva einum, ið syndaði ímóti
sær, um sjey ferðir var nóg mikið. Tá svaraði Jesus, at betri var at fyrigeva sjúti
ferðir sjey ferðir.
Hevði órealistiska sjálvsfatan,
Matt 26,33-35
Pætur var vísur í, at hann ongantíð fór at avnokta Jesus. Tað sama søgdu hinir
lærusveinarnir. Men Jesus segði við Pætur, at áðrenn hanin gól næsta morgun,
skuldi Pætur hava avnoktað seg tríggjar ferðir.
Verður rættleiddur av Jesusi,
Matt 16,22-23
Fyri fyrstu ferð tosaði Jesus um, at hann skuldi doyggja, men rísa upp aftur
triðja dagin. Pætur vildi ikki trúgva hesum.Tá helt Jesus fyri við hann:
Vík
aftur um meg, Sátan! Tú ert mær ein meinbogi; tí at tú gáar ikki eftir Guðs søkum,
men eftir mannasøkum.
Avnoktar Jesus,
Mark 14,66-72
Jesus var handtikin. Pætur var staddur í borgargarðinum, tá ein av arbeiðs­
konunum kennir hann aftur sum ein av Jesu lærusveinum. Tvær ferðir noktar
hann fyri hesum. Tá ið nakrir, ið har stóðu, hildu seg kenna Pætur aftur, svór
og bannaði hann uppá, at hann kendi ikki mannin, ið tey talaðu um.