Page 26 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
26
Í tí sama gól hanin. Tá kom Pæturi til hugs, hvat Jesus hevði sagt. Og hann
skar í grát.
Høgdi oyrað av tænara høvuðsprestsins,
Jóh 18,10
Tá ið Jesus var svikin, og nakrir vaktarmenn og sveinar hjá høvuðsprestunum
komu eftir honum, tók Pætur svørðið hjá sær og sló ein av monnunum,
Malkus, og høgdi høgra oyra av honum.
Tá segði Jesus við Pætur:
Stikk svørðið í slíðrarnar! Skal eg ikki drekka skálina,
sum faðirin hevur givið mær?
Viðurkennir hvør Jesus er,
Matt 16,16
Lærusveinar Jesu vóru eitt sindur í iva, hvussu teir skuldu svara Jesusi upp á
spurningin, hvør hann var. Teir søgdu, at summir hildu hann vera Jóhannes
doyparan, onnur Elia, Jeramia ella ein av profetunum. Jesus spurdi teir so,
hvønn teir, hildu hann vera.
Tá svaraði Pætur:
Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guðs.
Eftir hetta svar
kunngjørdi Jesus, at Pætur var tann klettur, ið hann vildi grunda kirkju sína á.
Hevði nóg sterka trúgv at royna at ganga á vatninum,
Matt 14,25-29
Genesaretvatn er um 21 km langt og einar 13 km, har tað er breiðast. Jordan
á rennur út í vatnið. Kringumstøðurnar gera, at har kann vera stormur, harðar
hvirlur og stórar aldur.
Einaferð bað Jesus lærusveinarnar sigla yvir um vatnið, meðan hann sjálvur
fór niðan á fjallið at biðja.
Tá ið teir vóru staddir mitt úti á vatninum, komu teir í illveður. Teir høvdu ilt
við at rógva ímóti vindinum, og teir vóru illa staddir.
Tá síggja teir okkurt koma eftir vatninum. Teir hildu hetta vera eitt spøkilsi, og
teir róptu av ræðslu. Men tá hoyra teir rødd Jesu. Hann biður teir ikki óttast.
Pætur biður Jesus rópa hann til sín. Jesus so ger.
Pætur steig úr bátinum og gekk yvir ímóti Jesusi. So leingi hann leit á Jesus,
gekst honum væl. Men tá ið hann hugdi rundan um seg og sá tær stóru aldur-
nar, ræddist hann og tók at søkka.
Jesus bjargaði honum, og stutt eftir var stilli. Lærusveinarnir undraðust stór-
liga og sóu, at hesin maður sanniliga var Guðs sonur,
Matt 14,25-29
Hann kendi tann upprisna Jesus og rann honum ímóti,
Jóh 21,7
Nakrir av lærusveinum Jesusar vóru í báti á Genesaretvatni. Eingin fskiskapur
var hesa náttina. Móti morgni stóð Jesus í fjøruni, men teir kendu hann ikki.
Hann spurdi, um teir høvdu nakað at eta. Tað høvdu teir ikki. Jesus bað teir
seta gørnini út aftur høgrumegin bátin. Teir so gjørdu og fngu hópin av fski.
Tá sigur tann eini við Pætur:
Tað er Harrin.
Tá ið Pætur hoyrdi, at tað var
Harrin, bant hann kyrtilin um seg, tí at hann var nakin, og leyp á vatnið.