Page 27 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
27
Pætur stígur alment fram
Fyrsta hvítusunnudag, tíggju dagar eftir at Jesus var farin til himmals, steig
Pætur alment fram saman við hinum lærusveinunum. Tað sýnist, sum hann
við tað sama tekur leiðsluna og prædikar um, at nú var alt gingið út, sum Gud
hevði fyrijáttað við Jóel profeti. Á hinum evstu døgum skuldi hann hella út av
anda sínum yvir alt hold.
Pætur minti tey á, at Jesus úr Nasaret, sum tey høvdu krossfest, var risin upp
frá deyðum, at Gud hevði gjørt hann bæði til harra og Krist.
Tá fólkið spurdi, hvat tey skuldu gera, biður Pætur tey venda um og lata
seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna, og tey skuldu fáa gávu
heilaga andans.
Pætur saman við hinum ápostlunum gjørdi mong tekin og undur.
Grøddi ein haltan biddara og boðaði orð Guds,
Áp 3,1-26
Ein dagin Pætur og Jóhannes vóru í halgidóminum, sóu teir ein mann, ið hevði
verið lamin frá móðurlívi liggja við dyrnar. Hann livdi av teimum olmussum,
hann fekk.
Pætur segði sum var, at hann átti einki at geva honum annað enn at biðja hann
í navni Jesusar at reisa seg og ganga. Síðani tók hann í hondina á tí lamna og
reisti hann upp.
Maðurin var grøddur og gekk í halgidóminum og lovaði Gudi.
Greiddi ráðnum frá Jesusi,
Áp 4,1-22, 5,17-42
Hópur av fólki savnaðist um Pætur og Jóhannes. Pætur prædikaði um Jesus,
at hann var tann Kristus, ið profetarnir høvdu spáað um. Tá komu prestarnir
og saddukeararnir saman við høvuðsmanninum fyri halgidómin og settu teir
í varðhald. Teir vóru førdir fram fyri ráðið og spurdir, við hvørjum mátti ella í
hvørjum navni teir prædikaðu og grøddu.
Pætur gjørdi tá øllum kunnugt, at tað var í navni Jesusar, hann sum teir høvdu
krossfest, og sum Gud hevði reist upp frá deyðum, teir gjørdi tað, teir gjørdu.
Tí, teir kundu ikki annað enn tala um tað, sum teir høvdu sæð og hoyrt.
Ráðið kundi einki siga, tí maður, ið teir høvdu grøtt, stóð frískur framman fyri
teimum, men teir góvu teimum boð um als ikki at læra í Jesu navni.
Ákærir Ánanias og Saffru fyri at hava logið fyri Gudi,
Áp 5,1-11
Fyri at skilja frásøgnina um Ánanias og Saffru mugu vit taka fram tað, ið
stend­ur í kapitlinum frammanundan um tey fyrstu kristnu, og hvussu tey
býttu alla ogn og hjálptu hvørjum øðrum, so eingin skuldi líða neyð. Hetta
valdu tey at gera, eingin varð tvingaður.
Ánanias og Saffra seldu ein eigindóm. Hjúnini tóku nakað av virðinum
burtur­av og góvu síðani ápostlunum restina. Hetta høvdu tey loyvi til, men
trupulleikin var, at tey søgdu ósatt.
Kap. 2 - Pætur ápostul