Page 28 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
28
Pætur hevði at Ánaniasi og ákærdi hann fyri at hava logið fyri Gudi. Tá ið
Ánanias hoyrdi hetta, fell hann deyður niður.
Nakrir ungir menn bóru hann út og jarðaðu hann.
Nakrar tímar seinni kom Saffra, ið einki visti um tað, ið hent var. Pætur spurdi
hana, um hetta var virðið, ið tey seldu ognina fyri. Hon játtaði.
Nú fekk hon at vita, hvat var hent Ánaniasi, og at tað sama fór at vera henni
fyri. Hon fall deyð niður, og somu menn bóru hana út og jarðaðu hana hjá
manninum.
Hesin tilburður loypti ótta á alt kirkjuliðið.
Prædikaði og bað fyri fólki í Sámaria,
Áp 8,14-25
Pætur og Jóhannes vóru sendir til Sámaria, har høvdu feiri tikið við Guds orði
og høvdu latið seg doypa, men enn var heilagi andin ikki fallin á nakran. Teir
báðir løgdu so hendurnar á tey, og tey fngu heilaga andan.
Ein maður, ið nevndist Símun, helt, at tað var hesum báðum ápostlunum fyri
at takka, at heilagi andin var komin yvir fólk. Símun bjóðaði teimum pening,
at hann eisini kundi fáa mátt at geva fólki heilagan anda.
Men Pætur greiddi honum frá, at ikki bar til at vinna Guds gávu við peningi.
Hjarta Símunar var ikki rætthugsandi. Har mátti broyting til, og hesa broyting
mátti Símun biðja Gud hjálpa sær við.
Men Símun svaraði og segði:
Biðið tit fyri mær til Harrans, fyri at einki skal koma
yvir meg av tí, sum tit hava sagt!
Tá ið teir nú høvdu vitnað og talað orð Harrans, fóru teir avstað aftur til Jerú-
salem og boðaðu gleðiboðskapin í nógvum bygdum hjá Sámariubúgvum.
Grøddi Eneas í Lýdda,
Áp 9,32-35
Pætur vitjaði tey trúgvandi í Lýdda. Har hitti hann lamna mannin, Eneas, sum
í feiri ár hevði verið seingjarliggjandi. Í navni Jesusar grøddi Pætur Eneas, og
mong menniskju har á leiðini tóku við kristnari trúgvi.
Vakti Tabitu, ið búði í Joppe, frá deyðum,
Áp 9,32-35
Í Joppe búði ein gudrøkin kvinna,Tabita, ið var kend fyri sínar góðu gerðir og
fyri sítt gávumildni. Hon gjørdist sjúk og doyði.
Men við tað at Joppe var nær við Lýdda, har Pætur júst tá var staddur, vórðu
boð send eftir honum.
Tá hann kom á staðið, fóru tey við honum til ta deyðu, har mong stóðu grátan-
di rundanum.
Pætur læt tey øll fara út. Hann fell á knæ og bað. Síðani vendi hann sær móti
líkinum og segði:
Tabita, reis teg upp!
Og hon læt eyguni upp, og tá ið hon sá