Page 29 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
29
Pætur, settist hon upp.
Hann rópaði síðani tey inn, ið uttanfyri stóðu. Tá ið tað frættist, ið hent var,
vóru tað mong, ið tóku við kristnari trúgv.
Prædikaði fyri ikki-jødum í Kesarea,
Áp 10,1-48
Í Kesarea búði Kornelius. Hann var rómverskur herhøvdingi. Hann og alt hús
hansara var gudsóttandi, tey góvu nógvar olmussur og bóðu altíð til Guds.
Ein dagin sá hann skilliga í eini sjón ein eingil, ið bað hann senda menn til
Joppe eftir Pæturi, ið helt til hjá einum garvara, Símuni, ið búði í einum húsi
niðri við sjógvin.
Kornelius so gjørdi. Men meðan teir vóru á leið og nærkaðust bygdini fór
Pætur upp á takið at halda bøn. Hetta var ummiddagsleitið. Pætur var ógvuliga
svangur. Og meðan matgjørt varð, sá hann himmalin opnan, og ein lut koma
niður nakað sum ein stóran dúk, sum eftir teimum fýra hornunum varð sigin
niður til jarðar. Á hesum dúki vóru øll ferføtt djór og skriðdjór á jørðini og
himmalsins fuglar.
Pætur hoyrdi eina rødd siga við seg:
Statt upp, drep og et!
Men Pætur segði seg
ongantíð hava etið nakað vanheilagt og óreint, so tað vildi hann ikki. Men
rødd­in helt fram
Tað, sum Guð hevur reinsað, skalt tú ikki halda vanheilagt!
Tað sama hendi tríggjar ferðir og síðani varð luturin tikin upp aftur til himmals.
Men meðan Pætur nú var heilt í iva um, hvat ið henda sjónin, sum hann hevði
sæð, mundi hava at týða, tá høvdu menninir, sum sendir vóru av Korneliusi,
funnið húsini.
Men meðan Pætur grundaði um sjónina, segði andin við hann:
Sí, tríggir menn
leita eftir tær! Tú skalt fara avstað við teimum uttan at ivast, tí at eg havi sent teir.
Menninir greiddu Pæturi frá tí, ið Korneliusi hevði verið fyri, og at eingilin
hevði givið boð um at fáa Pætur at koma til teirra.
Dagin eftir fór Pætur avstað við teimum, saman við øðrum haðani.
Tá ið teir komu til Kornelius fall hann á knæ fyri Pæturi og tilbað hann. Men
Pætur bað hann reisa seg, tí hann var ikki øðrvísi enn aðrir menn. Hann skuldi
onga menniskju halda vanheilaga ella óreina. Av somu orsøk var hann eisini
komin til teirra uttan at spyrja, hví boð vórðu send eftir honum.
Kornelius greiddi honum frá einglavitjanini, og nú skilti Pætur av sonnum, at
Gud ikki gjørdi mannamunn.
Pætur prædikaði síðani fyri øllum, ið har vóru komin saman, og heilagur andi
fell yvir øll tey, ið hoyrdu orðið, og tey vórðu doypt í Jesu navni.
Kap. 2 - Pætur ápostul