30
Greiðir frá, hví hann doypir ikki-jødar,
Áp 11,1-18
Ápostlarnir og brøðurnir, sum vóru í Júdea, hoyrdu, at heidningar eisini
høvdu tikið við Guds orði, og teir átalaðu Pætur fyri at hava verið inni hjá
óumskornum monnum og at hava etið saman við teimum.
Men Pætur greiddi teimum frá øllum tilburðinum viðvíkjandi Korneliusi,
sjónini hann sjálvur hevði havt í Joppe, og hvussu hann var heintaður til Ke-
sarea til Kornelius, har hópur av fólki var komin saman. Tá ið hann prædikaði
fyri teimum, fell heilagi andin á tey, eins og á lærusveinarnar á sinni. Tá var
tað, at hann kom at hugsa um orð Harrans, tá ið hann segði:
Jóhannes doypti við
vatni, men tit skulu verða doyptir við heilagum anda.
Pætur helt, at um Gud hevði
givið teimum somu gávu sum ápostlunum, so kundi hann ikki forða Gudi.
Men tá ið teir hoyrdu hetta, sissaðust teir, og teir lovaðu Gudi og søgdu:
So
hevur Guð tá eisini givið heidningunum umvending til lívs.
Verður settur í fangahús, men hjálptur útaftur av einum eingli,
Áp 12,3-9
Heródes kongur fór illa við teimum trúgvandi, og feiri vóru tikin av døgum.
Hann tók eisini Pætur og setti hann í fangahús. Sera góð vakt varð hildin yvir
Pæturi, men kirkjuliðið bað uttan íhald fyri honum.
Hetta var um páskirnar, og Heródes ætlaði eftir høgtíðina at føra Pætur fram
fyri fólkið.
Um náttina svav Pætur, bundin við leinkjum, millum tveir vaktarmenn og
eisini varð hildin vakt uttan fyri dyrnar.
Alt í einum skein ljós í fangarúminum. Ein eingil vakti Pætur og bað hann
reisa seg. Leinkjurnar fullu av, eingilin bað hann lata seg í skógvarnar, kasta
kappan um seg og fylgja sær. Hann so gjørdi, og hann visti ikki, um hetta var
veruleiki, ella hann hevði sæð eina sjón. Men úti var hann.
Kom við góðum grundgevingum á ápostlafundinum í Jerúsalem,
Áp 15,5-11
Ápostlarnir og hinir elstu komu saman at samráðast um, hvørt teir, ið høvdu
tikið við kristnari trúgv, áttu at verða umskornir og at fáa boð um at halda
Móselógina.
Tá harðligt orðaskifti hevði verið um spurningin, reistist Pætur og helt fyri,
at Gud hevði givið boð um at bera heidningum gleðiboðini, og at hann hevði
givið heidningum eins og teimum heilaga andan. Ongan mun gjørdi Gud á
monnum, men við trúnni reinsaði hann hjørtu teirra.
Pætur helt, at heidningarnir vórðu frelstir við Harrans náði á sama hátt sum
teir, og eingin orsøk var til at leggja nakrar treytir á.
Pætur leiðari og trúboðari
Pætur gjørdist leiðari hjá lærusveinunum. Hann leiddi eisini fyrstu kristnu
samkomuna.
Pætur var bæði trúboðari millum jødar í Palæstina og uttan fyri Palæstina
Gal 2
.