31
Hann hevði konuna við sær,
1. Kor 9,5
. Eina tíð hjálpti Markus Pæturi,
1. Pæt
5,13
Á trúboðaraferðum sínum kom Pætur, eftir øllum at døma, eisini til Róm.
Tað sigst, at hann doyði har sum pínslarváttur undir forfylgingini hjá Nero í
árinum 64. Jesus hevði eisini sagt, at Pætur skuldi doyggja sum pínslarváttur,
Jóh 21,18-19
Tað verður sagt, at Pætur varð krossfestur við høvdinum niðureftir. Hann helt
seg ikki vera verdan at doyggja á sama hátt sum Jesus. Hildið verður, at Pætur
er grivin undir Pæturskirkjuni í Róm.
Brøv Pæturs
Tvey av brøvunum í Nýggja Testamenti bera navn Pæturs. Fyrra brævið varð
sent til bólkar av kristnum í teimum fmm rómversku landslutunum Pontus,
Galatia, Kappadókía, Ásia og Bitýnia. Hetta var meginparturin av Turkalandi,
ið lá norðan fyri Taurus fjøllini. Taurus fjøllini síggjast úr kenda fríðtíðarstað-
num, Alanya.
Í brøvum Pæturs verður sagt, at kristin menniskju eru sannir arvingar til tey
lyfti, jødar fngu í Gamla Testamenti. Her fnnast eisini mong ráð um, hvussu
kristin eiga at liva í truplum tíðum.
Hitt fyrra almenna bræv Pæturs
Møguliga skrivaði Pætur brævið úr Róm um ta tíðina, tá ið Nero byrjaði at
sóknir sínar at teimum kristnu. Hildið verður, at hann hevði Markus at hjálpa
sær at skriva. Helst hevur Silas, her nevndur Silvanus, ið eisini fylgdist við
Paulusi, hjálpt Pæturi at skriva,
1. Pæt 5,12
Pætur væntaði, at kristin í øðrum pørtum av rómverska ríkinum eisini fóru at
merkja sviðan av atsóknum Neros. Boðskapur hansara er uggandi við áheitan
um at halda fast við trúnna.
Hitt fyrra almenna bræv Pæturs viðger hesi evni
• Lov til Guðs fyri endurføðingina til frelsu
• Um at liva saman í kærleika
• Ávaring móti illskapi
• Áminning um at leita sær andliga føði í orðinum
• Atferð teirra kristnu heidninganna millum, móti stýrisvøldum og móti
tænastufólkum og húsbóndum
• Ábyrgdir í hjúnalagnum
• Áminning um eyðmýkt og góðgerðir
• Áminning um tol undir líðing
• At liva eftir Guðs vilja
Kap. 2 - Pætur ápostul