32
Hitt seinna almenna bræv Pæturs
Tað seinna bræv Pæturs sigur einki um, hvar brævið er skrivað, ella hvørjum
tað er ætlað.
Granskarar hava ivast í, um Pætur sjálvur hevur skrivað hetta brævið, tí tað
er nakað øðrvísi orðað enn tað fyrra. Tað kann vera, at ein av lærusveinum
Pæturs hevur orðað brævið eftir læru Pæturs.
Pætur bíðar eftir deyðanum
2. Pæt 1,14.
Samkoman er umgird og ørkymlað av
falskari læru um kristnan atburð og Jesu afturkomu.
Hitt seinna bræv Pæturs viðger hesi evni
• Áminning um halgan í tí dagliga lívinum
• Áminning og vitnisburður um Krist og afturkomu hans
• Ávaring móti falslærarum
• Áminning um heilaga atferð og um at vara seg fyri falslærarum, sum reingja
brøv Paulusar
Pæturskirkjan í Róm
Pæturskirkjan, ella sum italienar kalla hana, Basilica di San Pietro in Vaticano,
er ein av heimsins størstu kirkjum. Hon stendur í Vatikanríkinum og er
kendasta rómversk-katólska kirkjan. Hvønn jólaaftan ber til at fylgja sjónvarps
gudstænastu úr hesi kirkju. Pávin prædikar, og hópur av fólki úr øllum heim
inum leitar sær til hesa gudstænastu.
Tað tók 120 ár at byggja kirkjuna (1506-1626). Kirkjan varð bygd á staðnum,
har ein gamal halgidómur frá 300-talinum hevði staðið. Sagt verður, at Pætur
ápostul varð krossfestur og grivin, har hesin halgidómur stóð. Grøv Pæturs er
undir høvuðsaltarinum í kirkjuni. Fleiri pávar liggja eisini grivnir har.
Í kirkjuni er hópur av vøkrum mosaikk- og marmorstandmyndum. Ein tann
kendasta standmyndin er Pieta, eftir Michelangelo. Hon ímyndar Mariu moy
við tí krossfesta Jesusi í føvninginum.