Page 33 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
33
Samandráttur
• Grundtvig er danskt sálmaskald
• Grundtvig las gudfrøði, hóast hugurin stóð til
hugvísindi
• Tá royndarprædikan kom út í bók, kom Grundtvig
í stríð við gudfrøðingar
• Grundtvig helt, at kirkjuni tørvaði veking
• Grundtvig stovnaði fyrsta fólkaháskúla í Rødding
í 1844
• Grundtvig helt, at øll áttu at kunna sita í
landsins stjórn
• Háskúli varð stovnaður í Føroyum í 1899 eftir
sama leisti, sum Grundtvig nýtti
Spurningar
1. Er okkurt í brotinum um Grundtvig, sum tú
heldur hevur týdning enn í dag?
2. Grundtvig helt, at øll eiga at kunna sita á tingi.
Hvønn týdning heldur tú, tað hevur?
3. Hvønn týdning hevur tað at hava opið kjak um
trúarspurningar?
4. Farið á heimasíðuna hjá Føroya Fólkaháskúla.
Hvørji tilboð hevur skúlin í dag?
Uppgávur
• Lesið sálmin “Lítla Guðs barn” og kannið, hvat
torfør orð merkja
• Samanberið sálmin við Jesu fjallatalu, Matt
6,25-34.
• Hvat merkir orðingin “Lítla Guðs barn”?
• Hvat er tað at stúra?
• Hvat hava vit at stúra fyri í dag?
• Eiga vit at stúra? Hví/hví ikki?
• Samanberið sálmarnar. Hvar síggja vit, at annar
er ein sorgarsangur, men hin er ein lovsangur?
• Hvar sæst tað í sálminum eftir Grundtvig, at
hann er yrktur í romantiskum stíli?
Hvussu arbeiðast kann við 3. kapitli:
• Hvussu verður tíðin, ið Grundtvig livir og virkar
í, lýst?
• Hvat líkist okkara tíð, og hvat brýtur frá?
• Lat næmingarnar velja ein sálm hjá Grundtvig úr
sálmabókini og greina eftir greiningarfrymli á
snar.fo
• Hví valdi næmingurin júst henda sálmin?
• Hvønn týdning hevur Grundtvig havt fyri
føroyskt kirkjulív og føroyingar?