34
Sálmarnir
N.F.S. Grundtvig er helst best kenda danska sálmaskald. Av teimum 754
sálmunum í donsku sálmabókini eigur Grundtvig 272. Tað størru helvtina
hevur hann sjálvur yrkt, aðrar hevur hann týtt ella tillagað.
Sálmar hansara hava ikki altíð fngið líka góða móttøku. Tað var, meðan
rættarsakin við H.N. Clausen gekk, at danir í 1826 skuldu hátíðarhalda,
at Danmark hevði verið kristið í 1000 ár. Til hetta høvið yrkti Grundtvig
nakrar fagnaðarsálmar, millum aðrar sálmin “Hin signaða dag vit síggja fró”.
Biskupurin Jacob P. Mynster sýtti fyri, at sálmurin kundi verða sungin við
hátíðarhaldið, tí bert sálmar, sum biskupurin hevði valt, skuldu syngjast. Jacob
P. Mynster helt eisini sálmarnar vera óhóskandi og torskildar. Sami Mynster
mátti í 1846, eftir trýsti frá myndugleikum í sálmbókaspurninginum, geva út
eitt ískoyti til donsku sálmabókina. Ískoytið hevði 36 sálmar, men bert ein var
eftir Grundtvig.
Drotning Karolina Amalia gekk ofta í Vartov kirkju at hoyra Grundtvig
prædika. Helst hevur hetta gjørt sítt til, at Grundtvig varð góðtikin, og sálmar
hansara við tíðini vunnu sær sæti í kirkjunum.
Sálmar eftir Grundtvig eru ofta sálmar við orðinum “vit”, og ikki so ofta við
orðinum “eg”. Grundtvig helt, at vit eru samkoman, og vit skulu syngja sálmar
saman. Tað var týdningarmikið.
Menniskja fyrst og kristin so
Tað er fyrst og fremst sum sálmaskald, vit í Føroyum kenna Grundtvig. Sálm
urin “Menneske først og kristen så”, er ongantíð vorðin kendur, men tað eru
tær fyrstu reglurnar harafturímóti.
Onkur hevur hildið, at Grundtvig metti, at Guds ríki kom í aðru røð, men
soleiðis er ikki. Sum tíðin leið, sá Grundtvig, at mannalívið var virðismikið
í sjálvum sær, eisini áðrenn kristindómin. Mannalívið skuldi ikki kristnast,
tvørturímóti var eitt satt mannalív fyritreytin fyri kristna lívinum. Bæði kristin
og heidningar kunnu vera samd um, hvat eitt satt og gott lív er, men frelsan
fæst einans við trúgv. Og trúgvin til frelsu varð boðað í kirkjuni. Men manna
lívið skuldi eisini livast í heiminum.