47
Paulus dømir seg sjálvan
Í fyrra brævi sínum til Korintmanna skrivar Paulus, at hann hevur ikki nógv
at rósa sær av. Hann heldur, at hann er ikki verdur at verða nevndur ápostul,
tí hann var so íðin at forfylgja teimum kristnu. Men Guds náði hevur verið
honum góð og hjálpt honum í boðanararbeiðinum,
1. Kor 15,9-11
Paulus kennir síni lýti. Hann undirmetir ikki síni evni og alt tað, hann hevur
gjørt, men hann hugsar um synd sína, og at hann áðrenn umvendingina
forfylgdi teimum kristnu.
Men Paulus kennir eisini sítt egna virðið. Hann hevur funnið náði hjá Gudi, ið
hevur fyrigivið honum allar syndir og kallað hann til ápostul. Og Paulus tók
uppgávuna á seg, var sera íðin í arbeiðinum, ja, ídnari enn nakar av hinum
ápostlunum.
Tað er ikki so, at Paulus reypar ella er hástórur. Nei, hann vil fegin vísa á, at í
sær sjálvum er hann einki, men at tað er Guds ætlan, ið eigur alla æruna.
Grøv Paulusar
Í desember mánaði í 2006 boðaði Vatikanið frá, at grøv Paulusar var funnin
undir einum altari í katedralinum Sankt Paulus. Sambært Vatikaninum hava
nýggjar kanningar víst, at stórur møguleiki er fyri, at hetta veruliga er grøv
Paulusar.
Kistan, ið nú er at síggja, ber áskriftina “Paolo Apostolo Mart” Paulus, ápostul,
pínslaváttur.
Kap. 4 - Paulus ápostul