Page 46 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
46
Paulus í Róm
Komnir til Róm var Paulus, saman við hinum fangunum, latin høvdinganum
fyri lívvaktina. Paulus fekk tó loyvi at búgva fyri seg sjálvan saman við tí
hermanni, ið helt vakt yvir honum,
Áp 28,16
Vit vita ikki, um Paulus nakrantíð kom fyri rættin í Róm.
Tað síðsta vit hoyra um Paulus í Ápostlasøguni er, at hann heldur til í einum
herbergi í Róm. Hildið verður, at hann sat í húsavarðhaldi. Tó hevði hann
góðar møguleikar at boða Guds orð,
Áp 28,30-31
Í seinna brævinum til Timoteusar sæst, at Paulus hevði varhugan av, at nú bar
móti endanum,
2. Tim,4,6-8
Hildið verður, at Paulus varð tikin av døgum um ár 67, meðan Nero var keisari.
Vit vita ikki við vissu, hvussu Paulus doyði. Men hildið verður, at hann var
tikin av døgum í skafottinum í Róm. Soleiðis doyði hann helst á sama hátt,
sum mong av teimum, hann hevði verið við at handtaka, áðrenn hann tók við
kristnu trúnni. Søgn er, at har avhøgda høvd hansara bar við jørðina, spríkti
fram kelda.
Allastaðni, har Paulus kom, stovnaði hann nýggjar samkomur. Mangan skrivaði
hann teimum brøv, ella kom aftur á vitjan at hjálpa teimum við ymiskum,
ið tørvur var á. Ikki minst hugsaði hann nógv um, hvussu tey andaliga sæð
høvdu tað.
Trettan brøv eru skrivað í navni Paulusar
• Eitt til kirkjuliðið í Róm
• Tvey til kirkjuliðið í Korint
• Eitt til kirkjuliðið í Galatalandi
• Eitt til kirkjuliðið í Efesus
• Eitt til kirkjuliðið í Filippi
• Eitt til kirkjuliðið í Kolossa
• Tvey til kirkjuliðið í Tessalónika
• Tvey brøv skrivaði hann til Timoteusar
• Eitt bræv til Titusar
• Eitt bræv til Filemons
Granskarar eru í iva um, hvørt Paulus sjálvur hevur skrivað brøvini til
Timoteusar, Titusarbrævið, seinna Tessalónikabrævið, Efesusbrævið og Kolossu­
brævið.
Brøvini eru vegleiðingar til tey kristnu um trúnna og tað kristna lívið. Hann
kemur ikki nógv inn á Jesu lív og læru, men vísir tó í
1. Kor 11,17-34
á ta síðstu
kvøldmáltíðina og í
1. Kor 15
á Jesu deyða og uppreisn.
Paulus gevur fyrsta skrivliga vitnisburð um sambandið millum tann kristna og
tann upprisna Jesus, hvat tað vil siga at vera ein kristin og um kristnan lívshátt.
Ávirkan Paulusar á kristnan hugsanarhátt er størri enn hjá nøkrum øðrum
rithøvunda í Nýggja Testamenti.