Page 45 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
45
1. og 3. ferð Paulusar
Sum áður nevnt gekk fyrsta ferð Paulusar til Lítla Ásia.
Onnur ferðin gekk gjøgnum Lítla Ásia til Troas og haðani til Evropa. Longst
steðgaði hann í Korint í Grikkalandi, umleið hálvt annað ár. Á triðju ferð síni
steðgaði hann longst í Efesus, hálvt triðja ár.
Allar tríggjar ferðirnar byrjaðu í Antiokia.
Seinasta ferð Paulusar
Tá ið Paulus kom aftur at vitja kirkjuliðini í Jerúsalem eftir trúboðaraferðir
sínar, varð hann handtikin.
Tvær hendingar, ið einki høvdu við hvørja aðra at gera, gjørdu sítt til, at Paulus
varð handtikin.
Paulus hevði fylgst við einum heidningakristnum á gøtunum í býnum. Seinni
um dagin hevði onkur sæð Paulus í tí innara forgarðinum í templinum, har
bert jødar høvdu atgongd. Hesar báðar hendingar vórðu fættaðar saman,
og niðurstøðan varð, at Paulus hevði havt tann heidningakristna við inn í
halgidómin.
Nakrir jødar kendu hann aftur og østu fólkið upp:
Hatta er hann, sum hevur
talað ímóti okkum og lógum okkara.
Paulus kom fram fyri Agrippa kong, har hann fekk loyvi at verja seg. Hann
gleddist um, at tað júst var Agrippa, ið hann stóð framman fyri, tí hann var
kendur við allar siðir og øll trætumál hjá jødum. Høvuðsákæran var, at Paulus
vísti á Jesus, sum fyrijáttaða frelsaran, og at Gud hevði reist hann upp frá
deyðum.
Paulus greiddi eisini kongi frá tilburðinum á veg til Damaskus, og hvussu
levnaður hansara hevði verið áðrenn og aftan á hesa hending,
Áp 26,1-13
Seinast í hesum kapitli staðfesti kongur, at lítið restaði í, at Paulus fekk kristna
seg. Paulus segði, at hann vildi ynskt, at øll, ið lýddu á, kundu tikið við
kristnari trúgv.
Kongur og tey, ið sótu saman við honum, dugdu ikki at fnna nakað, teir
kundu ákæra Paulus fyri. Niðurstøðan varð, at um Paulus ikki hevði havt
skotið málið inn fyri keisaran, so kundu teir slept honum leysum,
Áp 26,28-32
Paulus hevði skotið málið um handtøkuna inn fyri keisaran. Hetta hevði hann
rætt til, av tí at hann var rómverskur ríkisborgari. Hann varð førdur umborð á
eitt skip, ið skuldi sigla hann til Italia.
Teir komu í rættiligt illveður. Á oynni Malta er ein vík, ið nevnist Santa Paulusar
Vík. Hildið verður, at skipið strandaði á einum sandrivi har. Sum Paulus hevði
boðað, áðrenn skipið strandaði, var eingin, ið læt lív í hesum skipbroti. Paulus
nýtti eisini tíðina, teir vóru á oynni, at boða kristnu læruna og at grøða.
Kap. 4 - Paulus ápostul