44
Í Lýstra grøddi Paulus ein mann, ið var føddur lamin. Tá fólk sóu hetta, hildu
tey, at Paulus og Barnabas vóru gudar. Paulus kallaðu tey Hermes og Barnabas
Zeus. Presturin fyri Zeus-templið í býnum kom við oksum at ofra til teirra.
Teir báðir høvdu stórt stríð av at fáa fólkið at lata vera við at ofra.
“Menn! Hvat
er tað, tit gera? Vit kunngera tykkum gleðiboðskapin um, at tit skulu venda um
frá hesum deyðu avgudunum til tann livandi Gud!”
Hesi orð vóru illa dámd, og
Paulus og Barnabas vórðu riknir út úr býnum.
Ápostlafundurin í Jerúsalem
Tað var helst ikki altíð so lætt hjá teimum ymsu nýggju samkomunum at
fáa sjónarmiðini, ið limirnir hildu vera tey røttu, samansjóðað. Tað vóru jú
bæði jødar og heidningar, ið høvdu tikið við kristnari trúgv. Ein spurningur,
ið jødar úr Júdea komu við, var um doyptu heidningarnir ikki áttu at halda
Móselógina, um teir skuldu verða frelstir. Aðrir hildu, at teir skuldu halda
Móselógina og verða umskornir. Orðaskiftið hesum viðvíkjandi gjørdist
millum Paulus og Barnabas og jødarnar. Avgjørt varð, at Paulus og Barnabas
saman við øðrum skuldu fara niðan til Jerúsalem at tosa við ápostlarnar og
hinar elstu um, hvat rættast var at gera.
Tað tók sína tíð at fáa spurningin avgreiddan. Men boðini, Paulus og ferða
lið hansara kundu fara heim aftur við, vóru, at teir umvendu heidningarnir
skuldu sleppa undan at halda Móselógina, men tó skuldu teir halda seg frá
skurðgudadyrkan, frá blóði av kvaldum djórum og frá hordómi.
Brævið, við boðum um avgerðina, høvdu Paulus og Barnabas við til Antiokia,
har tað varð lisið og væl móttikið,
Áp 15,29
Eftir Ápostlafundin fór Barnabas heim aftur til Kýpros.
Eftir at Barnabas og Paulus skiltust, hoyra vit, at hann hevði onnur hjálparfólk.
Silas, vinmaður Paulusar, ið fylgdi honum á 2. ferðini, Lukas, lækni, ið
møguliga skrivaði Lukasar evangeliið, og Timoteus, ið búði í Lýstra. Timoteus
hevði gott orð á sær, og Paulus vildi fegin hava hann við sær á ferð. Hjúnini
Priskilla og Akvilas vóru futt úr Italia til Korint, eftir boðum frá Klaudiusi,
ið vildi hava allar jødar úr Róm. Hjá teimum búði Paulus og arbeiddi saman
við Akvilas. Báðir høvdu sama handaverk, at gera tjøld. Paulus hevði góðar
møguleikar at koma á tal við fólk í arbeiði sínum, samstundis sum hann
prædikaði hvíludagar í samkomuhúsinum.
Stríð Paulusar
Tað var ikki uttan stríð og strev, at Paulus ferðaðist og prædikaði. Mangan var
sera strævið hjá honum at koma fram, náttarvøkur, kuldi, svongd og tosti.
Fleiri ferðir var hann tveittur í fangahús, var sligin og bukaður, og mangan var
hann í deyðavanda,
2. Kor 11,16-33