43
Bjarging/frelsa
– hann hevur goldið prísin fyri at fría okkum frá syndanna
trælabondum, eins og Ísraelsfólk vórðu bjargaði úr trældóminum í Egypta-
landi,
Róm 5,6-8
Dómur
– Gud hevur lýst okkum ósek at vera, ikki tí vit hava útint nakað, men tí
Jesus hevur goldið allar syndir okkara,
Róm 3,21-26, Róm 5,1-2
og
Róm 8,1-2
Sáttargerð/semja
– hann breyt niður tað, ið gjørdi skilnað millum Gud og
okkum og millum menniskju,
Róm 5,9-11
og
Ef 2,14-22
Heilagi andin
Frá tí degi Paulus varð fyltur av heilaga anda,
Áp 9,17-19
, var hann sannførdur
um, at tað var ógjørligt at vera trúgvandi og liva kristna lívið uttan at verða
hjálptur av heilaga andanum.
Lívið í andanum var sannur kristindómur, betri og øðrvísi enn alt annað. Hann
trúði á andans gávur,
Róm 12,3-8, 1. Kor 12,7-11.
Tá ið kirkjan í Korint bæði
misskilti og misbrúkti hesar gávur, mælti Paulus teimum ikki til at gevast. Í
staðin lærdi hann tey at nýta hesar gávur á rættan hátt,
1. Kor 12,4-117
Ferðir Paulusar
Paulus ferðaðist víða at boða kristindómin, og hann grundaði mong kirkjulið.
Paulus var rómverskur ríkisborgari, og kundi tí fara hagar hann vildi. Hann
nýtti tær leiðir, ið rómverjar nýttu á ferðum í stóra ríki teirra.
Skjótast var at ferðast við báti ella á hestbaki. Um Paulusi barst frá at vitja
kirkjuliðini, hann stovnaði, sendi hann teimum brøv. Hesi vórðu eisini send
við báti ella við reiðmonnum.
Okkum kunnugt, gjørdi Paulus tríggjar trúboðaraferðir. Fjórða ferð hansara
var til Róm, har hann helst endaði sínar dagar.
Barnabas
Ofta koma nøvnini Barnabas og Barabbas í bland. Tað seinna var navnið á
uppreistrar- og drápsmanninum, ið varð latin leysur í staðin fyri Jesus.
Bar
merkir sonur
Bar-
nabas er sonur Nabas
Bar-
abbas er sonur Abbas
1. ferð Paulusar
Fyrstu ferðina gjørdi Paulus saman við vinmanni sínum Barnabas. Ferðin
gekk úr Antiokia í Sýria, hagar teir fyrst vitjaðu á Kýpros, har Barnabas var
borin í heim. Har prædikaðu teir ymsastaðni á oynni, m.a. í sýnagoguni í
Salamis. Síðani ferðaðust teir upp gjøgnum Lítla Ásia. Allar staðir teir komu,
prædikaðu teir, og mong vendu um og tóku við kristnu trúnni. Men teir møttu
eisini stórari mótstøðu, tí tað vóru feiri í sýnagogunum, sum vóru sera ósamd
við boðskap teirra og østu fólkið upp ímóti teimum.
Kap. 4 - Paulus ápostul