Page 42 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
42
Hetta gjørdist ein kollvelting í lívi Paulusar. Í Damaskus búði Ánanias, ið var
kristin maður. Hann fekk boð frá Gudi um at hjálpa Paulusi, tí Gud hevði
stórar ætlanir við honum. Paulus fekk sjónina aftur og varð doyptur.
Sjálvt um Paulus á ein hátt varð umvendur til nakað nýtt, sá hann samstundis,
at hann bert fataði nakað gamalt, trúnna á, at Jesus var tann lovaði Messias,
ið Gamla Testamenti hevði boðað frá skuldi koma. Koma Jesusar í heim og lív
hansara var bara heilt øðrvísi, enn jødarnir høvdu roknað við.
Paulus steðgaði nakrar dagar í Damaskus, har hann prædikaði í sýnagoguni.
Tað vóru mong, ið undraðust á, at maðurin kundi vera so nógv broyttur.
Summi hildu hann framvegis vera fígginda teirra, og tey løgdu ætlanir um
at taka hann av døgum. Hetta fekk Paulus frænir av, og á náttartíð fekk hann
nakrar vinmenn at síga seg niður eftir borgarmúrinum í eini kurv.
Hildið verður, at Paulus síðani fór til Arábia, har hann í eini trý ár grundaði
yvir lagnu sína.
Fyrsti gudfrøðingur kirkjunnar
Paulus verður ofta nevndur fyrsti gudfrøðingur kirkjunnar. Hann kundi,
út frá tí hann kendi til gomlu jødisku skriftirnar, síggja, at Jesus var tann
Messias, ið koma skuldi. Honum at takka var kristindómurin førdur inn í ta
hellenisistisku mentanina, og grundarlag var lagt at menna kristindómin til
ein heimsátrúnað.
Hildið verður, at Paulus ongantíð sjálvur hitti Jesus, burtursæð frá sjónini á
vegnum til Damaskus. Hann visti tó væl alt um Jesu lív og deyða, men hann
skrivar ikki nógv um hetta í brøvum sínum. Hetta kemur helst av, at hann ikki
skrivaði nakað evangelium. Brøvini, hann skrivaði, eru ætlað persónum og
samkomum, ið hava ávísar uppgávur at røkja.
Paulus leggur áherðslu á Jesu egnu orð um, at hann kom í heim at doyggja fyri
menniskju, at Jesus ikki var eitt vanligt menniskja, men sonur Guds.
Menniskjað varð fríað frá Guds dómi við Jesu deyða á krossinum.
Uppreisnin
Eftir at Paulus hevði møtt Jesusi á vegnum til Damaskus, var hann ikki í iva
um uppreisnina.
Fyri hann var uppreisnin ikki bert ein ásannan av, at deyðin ikki var tað enda-
liga. Uppreisn Jesu var fyri honum tengd at uppreisnarvón jødanna, at Gud á
síðstu døgum fór at reisa tey upp, ið deyð vóru í honum. Uppreisnin var ein
verulig hending, sum er heilt grundleggjandi fyri tann kristna boðskapin,
1.
Kor 15, 14 og 17
Paulus, ið hevði granskað Gamla Testamenti, hevði í høvuðsheitum fýra
grundgevingar fyri Jesu deyða.
Offur
– Jesus doyði í okkara stað, fulnaðurin av øllum ofrum í Gamla Testa-
menti,
Róm 3,21-24