Page 41 - Kristni8_lærerbogen_low

This is a SEO version of Kristni8_lærerbogen_low. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
41
Tá Paulus tosaði á teirra egna máli, hebraiskum, gjørdust tey kvirr. Hann segði
frá uppvøkstri sínum, og hvussu hann hevði verið við í atsóknum at teimum
kristnu . Hann greiddi frá ferðini til Damaskus, tá hann á sinni hevði ætlanir
um at føra trúgvandi í leinkjum til Jerúsalem, og hvussu Gud steðgaði honum
og broytti lív hansara,
Áp 22,1-6
Útbúgvingin í Jerúsalem
Paulus var rættiliga ungur, hildið verður um 12 ára aldur, tá ið hann fytur
heimanífrá og fer til Jerúsalem í læru hjá Gamaliel. Gamaliel var ein virdur
og kendur gudfrøðingur, ið var leiðari fyri “rabbinaraskúlanum”, har Paulus
lærdi,
Áp 22,3
Gamaliel var eisini ein av teimum, ið sat í ráðnum, ið skuldi døma Pætur og
hinar ápostlarnar, tá ið teir gjørdu ímóti forboðnum um at tala í Jesu navni.
Fleiri av limunum í ráðnum vildu drepa Pætur og ápostlarnar, men Gamaliel
steðgaði teimum,
Áp 5,34-39
Paulus forfylgir teimum kristnu
Eftir at Stefan, fyrsti kristni pínslaváttin, var steinaður til deyða, byrjaði ein
rættilig atsókn at teimum kristnu í Jerúsalem, og mong fýddu úr býnum.
Summi av hesum fóttafólkum búsettu seg í Damaskus, ið var ein týdningar­
mikil handilsbýur, og lá umleið 240 km norðari í landinum. Damaskus var
høvuðstaður í Sýria og lá væl fyri, tá ið hugsað verður um sambandið millum
Sýria, Mesoptámia, Persia og Arábia.
Paulus var ein tann ringasti fíggindin hjá teimum kristnu og ein av teimum, ið
stóð og hugdi at, tá ið Stefan varð steinaður til deyða,
Áp 7,58
Eisini virkaði Paulus fyri at lata bæði kvinnur og menn handtaka og seta í
fangahús,
Áp 8,1-4.
Hann fekk loyvi frá høvuðsprestinum at fara til Damaskus
at føra tey umvendu bundin til Jerúsalem. Paulus visti, at um kristindómurin
fekk fastatøkur í Damaskus, fór hann skjótt at breiða seg. Tað mátti ikki henda,
Áp 9,1-2
Paulus tekur við kristnu trúnni
Tríggjar ferðir í Ápostlasøguni verður greitt frá, hvat hendi Paulusi á ferðini.
Hetta undirstrikar eisini, hvussu stóran týdning tað hevði fyri útbreiðsluna av
kristnu læruni, at hann varð steðgaður á ferð síni.
Tá ið Paulus nærkaðist Damaskus, skygdi brádliga eitt hvítt ljós, hann gjørdist
blindur og fór um koll. Hesa hending lesa vit um í
Áp 9,1-19.
Og í
Áp 22,1-12
og Áp
26,1-23
, har Paulus sjálvur greiðir frá.
Paulus er vísur í, at tað, hann sá, ikki bert var ein sjón, men tann upprisni
Jesus,
1. Kor 9,1
og
15,8
. Hann hoyrdi eina rødd siga við seg:
Sául, Sául, hví
søkir tú at mær?
Og tá ið hann spurdi, hvør tað var, ið talaði, fekk hann svarið,
at tað var Jesus, tann, ið hann søkti at.
Kap. 4 - Paulus ápostul